Onnur tíðindi

Roknskaparleiðari til Nes kommunu – farloyvisstarv

 

Nes kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja skjótast gjørligt og fram til 31.03.2024. Talan er um farloyvisstarv. Starvið sum roknskaparleiðari er eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsitingina og politiska myndugleikan.

Tíni ábyrgdarøki

  • Bókhaldið
  • Fíggjarætlanin
  • Lønir
  • Roknskaparuppgerðir
  • At ráðgeva bygdaráðnum í fíggjarviðurskiftum og fyrireika tilfar til politiska viðgerð

Vit vænta at tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
  • Hevur góðar telduførleikar og megnar at seta teg inní nýggjar skipanir
  • Megnar at ráðgeva fíggjarliga skynsamt
  • Megnar at halda tíðarfreistir
  • Tolir skiftandi arbeiðstrýst
  • Dugir væl at samskifta
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, har uppgávur javnan verða loystar í felag

Setanarviðurskifti

Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til nes@nes.fo, í seinasta lagi 17.03.2023, kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á telefon 565000.

 Um Nes kommunu

Á kommunuskrivstovuni starvast, umframt borgarstjóran, kommunuskrivarin, ein bókhaldari og  tekniski leiðarin. Neyðugt er at roknskaparleiðarin tekur lut í dagliga arbeiðinum á kommunuskrivstovuni og vil átaka sær fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna við 1510 íbúgvum. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna, ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit, við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgara og kommununa. Nes kommuna er ein kommuna fyri øll, og vit vilja skapa lív og ganga fremst.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.