Í heyst bjóðar Roðin eitt nýtt venjingartilboð afturat í Bylgjuni.
Roðin hevur síðani mei 2018 bjóðað borgarum, sum eru 67 ár og eldri, til venjing og samveru í Bylgjuni í Runavík og í Ítróttarhøllini á Skála.
Í Bylgjuni í Runavík er venjingin mánadag og mikudag kl. 10.45-11.45
Í Ítróttarhøllini á Skála er venjingin mánadag og mikudag kl 14-15
Í heyst fer Roðin at bjóða eitt nýtt tilboð afturat í Bylgjuni.
Hetta tilboðið er ætlað teimum, sum ikki halda seg megna tær venjingarnar sum vanliga eru í Bylgjuni. Venjingarnar vera “lættari”. Hesar venjingarnar ganga fyri seg á loftinum í Bylgjuni. Mánadag og mikudag kl 10.45-11.45
Um ein ynskir at luttaka í venjingunum, nýtist einum bert at møta upp í høllini at melda til.
Allar venjingarnar byrja 1. September.
Mánaðarligt gjald fyri luttøku eina ferð um vikuna er: kr 130 ,-
Mánaðarligt gjald fyri luttøku tvær ferðir um vikuna er: kr 170,-
Roðin hevur eisini onnur venjingartilboð, so sum endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, hesar venjingar ganga fyri seg í venjingarhølunum hjá Roðanum ella heima hjá borgaranum.
Øll eru vælkomin at ringja til Roðan 478200 og hoyra nærri um tilboðini.