Í morgin spælir mansliðið hjá Ravni FM finalu í skúlanum á Argjahamri. Dysturin byrjar kl 15.00.
Tað er 3 ári á rað, at Ravnur er í FM finaluni og vunnu teir føroyameistaraheitið í 2017.
Lagt verður upp til eina sera spennandi dyst ímóti rivalunum í Havn, Sporðdrekanum.
Tað er ókeypis atgongd og Ravnur vónar at nógvir áskoðarar koma at stuðla teimum.
Nes kommuna ynskir Ravni góða eydnu í FM dystinum.