Í hesi vikuni hevur tekniska deild hjá Nes kommunu gjørt dagføringar í pumpihúsinum við Toftavatn og gjørt pumpuskipanina klára til komandi summar. Gomlu ventilarnir og kontraventilarnir eru skiftir. Arbeiði er nú liðugt og verða pumpurnar royndarkoyrdar ídag.
Toftavatn er íbúgvunum í Nes kommunu ein neyðug drekkivatnstrygd. Meginpartin av árinum eru Kornvatn og Hamravøtnini okkara drekkivatnskeldur, men næstan hvørt summar, og tá turkur annars er, er neyðugt at pumpa úr Toftavatni. So tað er sera týdningarmikið at pumpuskipanin virkar.
Á myndini síggja vit Jógvan Páll Hansen og Kristin Nordendal. Teir gera klárt til at royndarkoyringina. Hóast samfelagshjólini koyra heldur seinni í hesum Koronadøgum, eru arbeiðsmennirnir hjá Teknisku deild hjá Nes kommunu til arbeiðis hvønn dag.
Tað er oftani tørvur á at føra ymiska útgerð av Sandi mikla til pumpuhúsið við Sand lítla. Bláa jollan á myndini hevur mangan verið hent til ymisk arbeiðir við Toftavatn, eisini í samband við hetta arbeiði. Jógvan I. Olsen hevur átt jolluna, sum kommunan mangan hevur lánt. Nú hevur kommunan keypt jolluna frá Jógvani.