Hóskvøldið 22. juni samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av tilboði frá Innspark at gera eina heildarætlan uppá útiøkið í Frítíðarskúlanum.
Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu í fjør, fekk eisini tá nakað til spæliplássið, men tað var bara ein byrjan.
Nú verður talan um eitt náttúruspælipláss, spælihús, parkour vøll og dandi stativ.
Eisini samtykti býráðið á sama fundi at játta pening til at leggja gummi á spæliplássið í Barnagarðinum. Eisini varð peningur játtaður til tess at byrja eina uppraðfesting av skúlagarðinum í Tofta skúla.