Sætta árið á rað skipar Nes kommuna fyri Várdøgum. Várdagarnir verða í døgunum 27. apríl til 4. mai. Leygardagin 4. mai er árligi Bátafestivalurin á Toftum.
Skráin fyri Várdagar er fjølbroytt við nógvum spennandi tiltøkum til allar aldursbólkar.
Várdagarnir byrja 27. apríl við árliga ruddingardegnum. Kommunan bjóðar morgunmat frá kl. 9 og síðani verður farið til verka. Kl. 12 verður hugnaløta á havnalagnum har m.a. sangframførsla við ungdómsbólkinum ELISHA verður á skránni.
Ígjøgnum vikuna verða nógv ymisk tiltøk á skránni.
Sunnudagin 28. apríl verður konsert í Fríðrikskirkjuni við kirkjukórinum og musikkskúlanæmingum.
Mánadagin 29. apríl verður mannfólkakvøld á Svangaskarði, sum B68 skipar fyri, fyrilestur á Bókasavninum í Tofta skúla og Line dansur í Oyrahandlinum.
Týsdagin 30. apríl skipar B68 fyri barnatiltaki á Svangaskarði, V.U. Hammershaimb kvøld verður í Gl. Prestagarði og á Svangaskarði verða gomul filmsbrot víst frá flakavirkinum Nyki og Tórður Mikkelsen hugleiðir (Tiltakið er flutt úr Tofta skúla).
Mikudagin 1. mai er familjugudstænasta í Fríðrikskirkjuni og Tofta Kvinnufelag skipar fyri kvinnukvøldi í Tofta skúla.
Hósdagin 2. mai verður útgávu konsert í Nebo við Jóhan Magnus Gunrim, har TOS og Ari Seward eisini luttaka.
Fríggjadagin 3. mai verður stór sangløta í teltinum á Havnalagnum har fleiri ymiskir bólkar luttaka og eisini verður ókeypis suppa at fáa.
Eisini kann nevnast, at málningaframsýningar eru í Oyrahandlinum og Gráasteinshúsinum har ávikavist Osla Gøthe og og Tórfinn Jacobsen sýna fram.
Almenn svimjing í svimjihylinum á Toftum er ókeypis meðan Várdagarnir eru.
Leygardagin 4. mai skipar Sherpa v/ Bárður Hansen fyri rapelling og klintring í Fossdali.
Várdagarnir enda við Bátafestivalinum á Toftum 4. mai, har nógv ymiskt er á skránni fyri alla familjuna.
Várdagarnir eru vanliga væl vitjaðir og vónandi er onki undantak í ár.
Nes kommuna bjóðar bæði bygdafólkið og vitjandi at vera vælkomin á Várdagar.
Øll skráin fyri Várdagarnar og Bátafestivalin sæst her á heimasíðuni og á facebook síðuni ”Várdagar í Nes kommunu”.