Í samband við Føroya Regatta 21. til 23. Juni, sum í ár hevur heitið “ Flaggregatta 2019”, og gomlu træseglskipini vitja í Nes kommunu, verður lýst við hesi skrá:
Fríggjadagur 21. Juni
Kl. 06:00 Johanna siglir av Vági til Toftir
Kl. 06:30 Thorshavn siglir av Tvøroyri til Toftir
Kl. 16:00 Dragin siglir av Klaksvík til Toftir
Kl. 16:00 Westward Ho og Norðlýsið sigla av Havnini til Toftir
Kl. 18.00 Hoppiborg og bátahylur opnar fyri børnum á Toftagjógv – ókeypis
Kl. 18.00 Matsøla opnar í teltinum á Toftagjógv
Kl. 18.00 Regattaflotin kemur á Skálafjørðin, siglir inn og liggur við bryggju Kl. 19.
Kl. 19.00 Jóhannus Danielsen, borgarstjóri bjóðar vælkomin og flytur fram røðu
Kl. 19.10 Kári Millum Garðarnar, formaður í Felagnum Føroysk Træseglskip, ber fram heilsan
Kl. 19.15 Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í áleið 2 tímar at síggja, hvussu lívið varð umborð í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.
Kl. 19.15 Spennandi skattaveiða fyri børn í áleið 1 tíma.
Kl. 21-23 “Syngið við tiltak” í teltinum við luttøku við Fuglafjarðar Harmonikufelag og Hilmar Jan Hansen – ókeypis
Kl. 24.00 Skipini loysa og sigla víðari til Tvøroyari.
Matsøla er í teltinum: Borðreitt verður við oksakjøti, rómabakaðum eplum, salat og onkrum drekkandi afturvið. Kostnaður kr. 170 fyri vaksin og kr. 90 fyri børn. Kaffi og vafflur verða eisini til keyps.