Í sept. 2019 hevði Julianna Nesá verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár. Julianna var dagrøktarmamma frá 1994 til 2016, í heili 22 ár. Julianna hevur arbeitt í vøggustovuni síðani hon lat upp í 2016.
Í gjárkvøldið vóru starvsfólkini hjá Nes kommunu til árliga jólaborðhaldið, og tá bleiv Julianna Nesá heiðrað fyri hennara 25 ár í starvi hjá Nes kommunu.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, takkaði Julionnu fyri trúgva og góða tænastu og handaði henni gávu og blómur. Gávan var ein málningur, sum Jón Magnus Joensen hevur málað.