Onnur tíðindi

Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár

Tann 1. sept. vóru 20 ár liðin,  síðan eldrasambýlið Vesturskin á Toftum var tikið í brúk.

Í hesum sambandi bjóðaði heimið til ein góðan kaffimunn og køku sunnudagin 8. sept.

Sangbólkurin Gadders sang nakrar sangir, og Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður fyri Roðan, helt røðu.

Elisabeth Joensen, sum hevur starvast í køkinum øll árini, bar fram eina heilsan og tøkk.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá søguni um tilgongdina til byggingina av Vesturskin. Vegna Nes kommunu handaði hann heiminum ein málning, sum Jón Magnus Joensen, hevur málað.

Hansmar Mikkelsen, sum hevur avvarðandi á Vesturskin, hevur málað heiminum ein málning av Toftum í samband við 20 ára dagin hjá heiminum.