Kunning um viðlíkahaldsvenjing
Sum nakað nýtt, fer deildin fyri endurvenjing at bjóða viðlíkahaldsvenjing. Tænastan verður veitt heimabúgvandi borgarum í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur. Í fyrstu atløgu verður tænastan veitt borgarum við sklerosu, parkinson ella seinheilaskaða.
Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna, men heilsustarvsfólk ella onnur eru vælkomin at stuðla borgaranum í at søkja.
Umsóknarblaðið ”Umsókn um venjing” er at finna á heimasíðuni hjá Almannaverkinum av.fo undir oyðubløð. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvinum og støðuni.
Vegleiðing, í samband við at søkt verður, er at finna á heimasíðuni undir ”Tænastur”, ”Hvør kann søkja?” og ”Hvussu søki eg?” – her: https://www.av.fo/fo/taenastur/vidlikahaldsvenjing/
Viðlíkahaldsvenjing er málrættað venjing sum hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda ella betra um verandi førleika, ella fyri at seinka sjúkugongdina.
Áðrenn venjingin verður sett í verk, verður persónlig og ítøkilig venjingarætlan, ið fevnir um mál, innihald og tíðarskeið, ásett fyri hvønn einstakan. Venjingin verður løgd til rættis í samráð við borgaran. Ergo- og fysioterapeutar samskipa og stíla fyri venjingini. Viðlíkahaldsvenjing kann t.d. vera:
- Kropsliga venjing: styrki, úthaldni, koordinering, sensibilitet
- Mobilitetsvenjing: flytingar, flytiføri (transport) og hjálpartól
- Venjing í gerandisaktivitetum: persónlig umsorgan, húsarhald, samskifti og hjálpartól
- Kognitiv venjing: at minnast, planleggja, strukturera, nýtsla av hjálpartólum o.s.fr.
- Venjing í at meistra og handfara avbjóðandi støður í gerandisdegnum
Ynskja tit nærri kunning um venjingartilboðini hjá Almannaverkinum, ber til at lesa meira um tey her: https://www.av.fo/fo/taenastur/endurvenjing/ og her.
Tit eru eisini vælkomin til at seta tykkum í samband við deildina fyri venjing á Almannaverkinum á tlf. 360000.