Grundstykkini ið verða tøk at bíleggja í morgin 2. juni verða hesi:
Gaddavegur 6, matr 699e, 542m2 á kr.100 pr fermetur
Ólavsvegur 3 uml. 663m2 á kr. 275 pr fermetur
Ólavsvegur 7 uml. 664m2 á kr. 275 pr fermetur
Ólavsvegur 9 uml. 664m2 á kr. 275 pr fermetur
Ólavsvegur 10 uml. 635m2 á kr. 275 pr fermetur
Ólavsvegur 14 uml. 635m2 á kr. 275 pr fermetur
GG! Stykkini á Ólavsvegi eru ikki liðugt matrikulleraði, og skal fyrivarni takast við fermetratalinum. Tá stykkini eru liðugt matrikulleraði, verða fermetratalið og upphæddin regulerað.
Omaná kostnaðin verður altíð lagt tinglýsingargjald, sum er 1% av keypskostnaðinum umframt kr. 1.000 í avgreiðslugjaldi til Umhvørvisstovuna.
Í morgin kl. 17.00 verður skipanin tøk og tá kunnu grundstykkini bíleggjast. Atgongd til skipanina fæst á www.nes.fo umvegis reyða breddan í høgru síðu sum eitur GRUNDSTYKKIR ella umvegis hesa leinkjuna: https://nes.fo/grundstykkir/ .
Tá ein bílegging er framd verður rokning fyri stykkið send umvegis teldupost. Um rokningin ikki er goldin innan tríggjar vikur, verður stykkið aftur tøkt á heimasíðuni hjá kommununi.
Kort yvir Ólavsveg sæst her.