Altjóða bindiklubburin er ætlaður, sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Føroyum at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman. Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum.
Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við. Fyriskipararnir í Runavík vóna, at luttakarar koma úr allari Eysturoynni. Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum samstarvar við kvinnur kring landið og bókasøvnini á staðnum.
Altjóða bindiklubburin byrjaði fyri einum ári síðani á bókasavninum við Løkin. Nógv var gjørt burturúr og m.a. vitjaði Dagur og Vika hetta fyrsta kvøldið. Skjótt var bindiklubburin eisini á øðrum bókasøvnum kring landið, og hevur undirtøkan verið góð allastaðni. Tað er ymiskt hvussu títt bindiklubbarnir hittast. Í Runavík er ætlanin at hittast annaðhvørt mikukvøld fram til summarfrítíðina.
Meira kann lesast um Sambinding á facebook m.a. á hesi síðuni: Sambinding/Intertwining ella á bólkinum: Sambinding Runavík.