Nes kommuna 50 ár – Hátíðarhald 1. apríl 2017 í Tofta skúla
Góðan dag øll somul og hjartaliga vælkomin til til hetta hátíðarhaldið, sum bygdarráðið í Nes kommunu skipar fyri, nú Nes kommuna í dag, 1. apríl 2017, er 50 ár. Hjartaliga vælkomin.
Í fyrstu gerðabókini hjá Nes kommunu, á blaðsíðu 1, eru hesi inngangsorð feld niður:
“Ár 1965, tann 2. apríl, varð av bygdunum Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík send áheitan til Føroya Landsstýri um, at Nes kommuna varð tikin sundur soleiðis, at omanfyrinevndu bygdir gjørdust sjálvstøðug kommuna.
Eftir drúgvar samráðingar við Føroya landsstýrið í meira enn tvey ár, har eisini fólkaatkvøða varð hildin í Nes kommunu 21. desember 1965, hevur Føroya Landsstýri tikið avgerð um, at Nes kommuna verður tikin sundur soleiðis, at bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes verða kommuna fyri seg við gildi frá 1. apríl 1967”
Tann fyrsti fundurin var 27. juli í 1967, tá nývalda kommunustýri kom saman heima hjá Ernst Hansen. Val av kommunustýri varð lýst at fara fram 24. juli 1967, men við tað at bert ein listi var komin inn rættstundis, vóru teir, sum uppstillaðir vóru, valdir uttan val. Teir vóru:
Ersnt Hansen, keypmaður, Toftir
Kristin Højgaard, arbeiðsmaður, Toftir
Johannes Jacobsen, arbeiðsmaður, Saltnes
Axel Olsen, bilførari, Toftir
Ingvard Emil Olsen, smiðjur, Nes.
Til kommunustýrisformann fyri 1967 bleiv Ernst Hansen valdur og Johannes Jacobsen bleiv valdur til næstformann.
Millum fyrstu mál, sum komu til viðgerar í nýggju Nes kommunu í august 1967, var m.a. – at fáa eitt posthús á Toftum, – at gera veg, lendi og kai til flakavirkið Nykur – og ger av ferjulegu. Helgi Jacobsen, rithøvundur, fer um eina løtu at greiða frá hvussu Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.
Seinni í hesum mánaðinum, 26. apríl, eru 100 ár liðin síðani okkara mæti yrkjari úr Saltnesi, Fríðrik Petersen, andaðist. Hann legði eftir seg fleiri av okkara kendastu fosturlandssongum og sálmum. Ein av hansara sálmum, sum er nógv endurgivin, í sambandi við ymiskar merkisdagar, er “Tíðin rennur sum streymur í “, sum kórið um eina løtu fer at syngja.
Ja sanniliga rennur tíðin sum streymur í ár. Fyri eitt barn ella ungt menniskja kann 50 ár tykjast eitt langt tíðarskeið, men fyri okkum sum hava livað okkum upp um tey hálvt hundrað og tey sum eldri eru, er 50 ár eitt stutt tíðarskeið. Og taka vit saman um søguna hjá bygdunum í okkara kommunu, so er 50 ár einki at rokna.
Vit sum eru fødd og vaksin upp í Nes kommunu síðani fyrst í 60unum, vit kenna ikki til annað enn at vera partur av verandi Nes kommunu. Men fleiri av tykkum, sum hava ein eldri føðidato, tit minnast tíðina undan 1. apríl 1967, og hvørjar avbjóðingar sum tíðin tá hevði at bjóða upp á her hjá okkum.
Stór vinnulig menning var í Føroyum í 60´inum, og í táverandi Nes sóknar kommunu var stóra menningin í Runavík. Hetta ynkstu fólkini á Nesi, Toftum og Saltnesi ikki. Tey vildu hava meira vinnuvirksemi á Toftum, og tí valdi fólki í hesum bygdum at fara fyri seg.
Sum vituligt er, so vóru ikki øll á einum máli um hesa avgerð, men eftir at avgerðin varð tikin, hevur tað eyðkent okkum her í kommununi, at samanhald hevur verið okkara styrki tá stór tøk eru tikin á vinnuliga- , mentanarliga- , ítróttarliga og trivnarliga økinum.
Sum tað stendur í kenda fótbóltssanginum ” at avgerðin var røtt, tit mangan hava prógvað tað”. At vinnuliga menningin hevur verið stór í Nes kommunu hesi 50 árini, er sjón fyri søgn.
Flakavirkið Nykur hevði ein ótrúligan stóran týdning fyri trivnaðin og vøksturin í Nes kommunu. Stóra fram- og virkisfýsnið, sum hevur eyðkent borgararnar í okkara kommunu, sæst m.a. aftur í nógvu og stóru útbyggingunum og góða felagslívinum í kommununi.
Havnalagið og vinnuøkið niðri við sjóvarmálan er sera nógv útbygt og verið við til at lagt lunnar undir stórt fjøltáttað arbeiðs- og vinnulív, bæði á sjógvi og landi. Ikki einans hava hesar útbyggingar verið til gangs fyri borgaran í Nes kommunu, men hava sanniliga verið við til at býgt út føroyska vinnulívið og økt um føroyska fiskaútflutningin.
Eisini tá føroyski búskapurin fyrst í 90´inum bløddi illa og fiskivinnan á sjógvi og landi skuldi fóta sær aftur í og eftir kreppuna, tá tók verkafjøldin og vinnulívið í Nes kommunu stig til, saman við øðrum, at stovna Fiskauppboðssølu, Landingarmiðstøð og Kassamiðstøð.
Í 1967 var fólkatalið 841 og í dag er tað 1260. Har nógv virksemi og fólkavøkstur er, vera eisini nógv onnur krøv sett til kommununa enn bara á tí vinnuliga økinum. Her hevur Nes kommuna eisini megnað at fylgt við. Íløgur eru m.a. gjørdar í fleiri nýggj bústaðarøkir, eins og kommunala samfelagið er útbygt til nútíðina, tá talan er um barnaansingarøkið. Kommunala barnaansingin byrjaði við dagrøkt fyri 31 árum síðani, og í dag hava vit nýmótans vøggustovu og barnagarð, eins og vit hava frítíðarskúla til tey smærru skúlabørnini.
Á skúlaøkinum hava vit sum sjálvstøðug kommuna, megnað at skapt bestu umstøður fyri okkara børnum. Tofta skúli er upprunaliga frá 1958. Men síðani 1967 hevur Nes kommuna framt 2 stórar útbyggingar, soleiðis at vit í dag hava skúlaumstøður, sum eru millum tær bestu í landinum. Í fyrru útbyggingini í 1981 fingu vit svimjihyl, og síðani hava skúlabørnini í Tofta skúla fingið svimjiundirvísing, eins og svimjihylurin hevur verið til til stóra gleði fyri svimjifelagið Flot og allar borgarar sum heild. Eisini henda høllin, sum var við í seinnu útbyggingini í 2008, hevur verið eitt fantastiskt aktiv fyri skúlan, eins og fyri alla kommununa, ikki minst fyri flogbóltsfelagið Ternuna og Kurvabólstfelagið Ravn, sum hava teirra heimavøll her í høllini.
Svangaskarð er staðið, til ítrótt og til leik, syngja vit í sanginum, sum verður nevndur Toftasangurin. Tað eru fá í Føroyum, sum ikki kennast við ítróttarøkið á Svangaskarði. Her bygdi Tofta Ítróttarfelag, ella B68, sín heimavøll í 1980, og síðani tá framdi Tofta Ítróttarfelag nógvar og stórar útbyggingar í góðum samstarvi við Nes kommunu, og aðrar myndugleikar. M.a. kunnu vit nevna fyrsta ítróttarøki til frælsan ítrótt, sum bleiv bygt og stóð liðugt í 1989, tá Oyggjaleikirnir higartil einastu ferð eru blivnir hildnir í Føroyum. Økið til frælsan ítrótt var ein fyritreyt fyri, at Oyggjaleikir kundu verða hildnir í Føroyum.
Eisini mugu vit nevna grasvøllin á Svangaskarði, sum í dag er kunstgrasvøllur. Føroyar fóru uppí altjóða fótbólt, og fyritreytin tá, fyri at luttaka á hægsta stigi, var at kunna leika heimadystir á grasi. Eftir at Føroyar, á heimavølli í síni fyrstu EM undankapping vunnu á Eysturríki í Landskrona í Svøriki, í sept. 1990, var farið í holtur við at gera grasvøll á Svangaskarði. Uppá óhoyrt stutta tíð bleiv grasvøllurin liðugur, og tann 3. juni 1992 kundu Føroyar, á einum næstan fullum Stadion á Svangaskarði, leika sín fyrsta heimadyst í síni fyrstu HM undankapping móti móti Belgiu.
Í nógv ár var Svangaskarð heimavøllurin hjá føroyska fótbólstslandsliðunum, og nógv landslið, sum hava umboðað mætar fótbóltstjóðir hava síðani vitjað á Svangaskarði.
Góðu umstøðurnar á Svangaskarði hjá B68 og Roysni, eru við til at betra um trivnaðin í kommununu, eins og
lokalu ítróttarfeløgini eru við til at branda og standa saman um kommunala samleikan í Nes kommunu.
Eins og á vinnuliga økinum, er lokala samanhaldni, lokali stoltleikin, áhugin og viljin til at klára seg sjálvur og verða í fremstu røð, eisini innan ítróttina, ikki bert komin borgarunum í Nes kommunu til góðar, men øllum Føroyum.
Fríðrikskikjan, Samkomuhúsið Nebo og Missiónshúsið Tabor prógva eisini gott samstarv og samanhald millum borgararnar í Nes kommunu. Hesi bygningsverk eru til stóra gleði og skapa trivnað fyri okkum øll.
Nútíðar uppgávur og skyldur, sum ein kommuna hevur, ger tað neyðugt við kommunalum samstarvi. Nes kommuna hevur ídag sera gott samstarv við grannakommuna, Runavíkar kommunu og eisini Sjóvar kommunu. Samstarv við Skálafjarðar kommunurnar er m.a. um Sløkkiliðið, Kongshavnar Havn, Eldraøkið, Barnavernd, Musikkskúla, Læknamiðstøðina o.a .
Um 3 ár ella so, verður møguleiki at koma hiðani og til høvuðsstaðarøkið uppá umleið eitt korter, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin, eins og høvuðsstaðarborgararnir og nógvu turistarnir sum vitja høvuðsstaðin, uppá bert 15 min kunnu standa í Toftatúni. Eisini fáa vit eitt nógv tættari samband við vestara arm á Skálafjørðinum.
Hetta gevur stórar møguleikar fyri okkara kommunu og tey sum í framtíðini fara at búleikast her, eins og tað eisini setur okkum ávís krøv. Men um vit hyggja at søguni hjá Nes kommunu hesi 50 árini, so havi eg góðar vónir um, at vit í felag eisini fara at megna at loysa tær uppgávur, sum neyðugar verða at loysa fyri at skapa vøkstur og trivnað í okkara kommunu í ókomnum døgum.
Tað verður ofta tikið til, at fyri at leggja ætlanir fyri framtíðina er neyðugt at kenna fortíðina og at bygt verður á herðarnar hjá teimum sum undan hava slóðað.
Samleiki okkara er ofta treytaður av kunnleikanum um, hvar vit koma frá og hvørjum fólki vit eru av.
Tað er tí av sera stórum týdningi, at søgan um okkara 3 bygdir og fólki sum her hevur búleikast, verður varðveitt, og í hesum sambandi samtykti bygdarráðið á vári 2013, at skriva og útgeva eina bygdasøgu um bygdirnar í Nes kommunu, Nes, Toftir og Saltnes, sum skuldi koma út í 2017, 50 ár eftir, at Nes kommuna bleiv sjálvstøðug kommuna. nbsp;
Helgi Jacobsen, rithøvundur, átók sær uppgávuna at skriva bygdasøguna. Tað eru vit sera takksom fyri. Helgi hevur drúgvar royndir sum rithøvundur. At skriva eina bygdasøgu um Nes kommunu er ikki nøkur løtt uppgáva. Nógv granskingararbeiði liggur aftanfyri og nógv tilfar og myndir eru savnað saman.
Vit vóna og ynskja, at henda útgáva verður til stóra gleði fyri øllum teimum, sum ogna sær og lesa hetta bókaverk.
Vit sum í dag eru uppi á døgum, í besta aldri og virkisfør og øll tey ungu, sum eiga framtíðina, hava nógv at takka øllum teimum fyri, sum undan hava slóðað, hvørs fótaspor vit í dag ganga í. Teimum kunnu vit ikki takka nógmikið.
Kunnu vit nú reisa okkum og í tøgn minnast og heiðra tey, sum undan eru farin.
At enda vil eg vegna bygdaráðið takka øllum, sum hava hjálpt til við fyrireika hetta hátíðarhald og Tofta skúla, fyri at tit í vikuni hava havt evnisviku um Nes kommunu og tykkara luttøku ídag.
Og til allar seinast:
Til Nes kommunu, hjartaliga til lukku við teimum 50 árunum.