Arbeiðið uppá at gera vegin til níggju grundøki á Ólavsvegi var liðugt í vár, og í dag varð avhendingarskjalið undirskrivað av Rúna Petersen frá JHR og Súna í Hjøllum, borgarstjóra.
Nes kommuna avgjørdi í fjørvár at taka av lægsta tilboðnum, sum var frá JHR v/Høgna og Rúna Petersen. Tilboðið var á 1,9 mió. kr. Nes kommuna hevur sjálv staðið fyri at leggja ávísar leiðingar. Nú arbeiðið varð avhendað í dag, var samstundis staðfest, at arbeiðið hevur gingið væl og at tilboðskostnaðurin hevur hildið.
Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen hevur havt teknisku vegleiðingina og eftirlitið við arbeiðnum fyri Nes kommunu.
Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin JHR og Teknistovuni fyri vælaverk og gott samstarv. Hann fegnaðist annars um góða útsýni á Ólavsvegi og ivast ikki í, at áhugi fer at vera fyri grundøkjunum, sum koma á sølulistan hósdagin 2. juni, tá ið Nes kommuna fer at royna nýggja leistin fyri sølu av grundøkjum.
Sí. tøk grundøki á heimasíðuni nes.fo