Týsdagin hin 29. oktober kl. 19,00 hevur Eldraráðið fyri Roðan, økisfund í Tofta skúla, fyri borgarum í Nes kommunu sum eru 60 ár og eldri.
Á fundinum verður millum annað:
Framløga um bústaðir til eldri í Nes kommunu.
Framløga frá leiðaranum í terapideildini hjá Roðanum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi,
sum eisini kemur at greiða frá týdninginum av at venja tá ein eldist.
Framløga frá Vitjunartænastuni, sum koma at greiða frá teirr arbeiði í Nes kommunu.
Aftaná fundin verður bjóða til kaffi, te og køkur.
Eldraráðið fyri ROÐAN