Onnur tíðindi

Ongin hevur frið longur, enn grannin vil

tórbjørn jacobsen, borgarstjóri

Kollveltingar eru ikki gerandiskostur í Føroyum. Nakað eftir stríðslok – í fimmti- og sekstiárunum – vóru kortini nakrar smærri og størri byltingar, sum broyttu samfelagið. Sosiali dysturin, um býtið av virðunum, sást best aftur í stóru verkføllunum í 50-árunum, og stríðið um somu tíð, um kommunalt vald, sæst m.a., táið Sjóvar kommuna fer í tvíningar og Skála kommuna gerst veruleiki. Stórhendingin, at fiskimarkið verður flutt út á 12 fjórðingar á Grækarismessu í 1964, broytir búskaparliga undirstøðukervið hjá føroyingum munandi, ikki minst hjá teimum sjóvinnandi í kendu útróðrarbygdini á Toftum. Tað fer eisini at braka í kongunum í Nes Sóknar kommunu, og eftir nakað av stríði, gongur hon sundur í tvinnar lutir. Nes kommuna skipar seg sum ein nýggj kommuna, og tað sum er eftir av hini gomlu Nes Sóknar kommunu velur frameftir at ganga undir heitinum Runavíkar kommuna.

 

Sjálvur var eg bert 11 ára gamal, táið tað slitnaði ímillum innan- og uttanmenn. Komin úr Syðrugøtu, nóg illa vant meg við at vera glyvramann, við einari mammu úr Gøtu og einum pápa av Glyvrum, ið var til skips fyri tað mesta, hoyrdi eg lítið og onki um hetta álvarsmál. Minnist heldur onki til, at abbi mín tosaði nakað serligt um hendan skilnaðin, í hvussu er ikki við okkum abbasynirnar, men tað er ongin loyna, at hann altíð var fúsur at stuðla skyldmanninum og mikla visionera framsóknarmanninum Niels Paula í Heimistovu, sum var sóknarstýrisformaður í mong Harrans ár, og sum virkaði sum generalur, líkamikið hvørjum posti hann sat í, heilt fram til lívlátið. Sat hann ikki á valdsins valdu tindum, var hann kortini hin gráa eminencan handan kommunalpolitiska valdið, og saman við Mikkjali Helmsdal vita vit, at hann hevði stóra ávirkan á útbyggingina av undirstøðukervinum í Eysturoy, ikki minst um okkara leiðir.

 

Líkamikið. Tað slitnaði og stríðið hevur verið beiskt, og enn tann dag í dag kenst farvegurin av tí á mannamunni. Ein kommuna hevur sum høvuðsendamál at skapa trivnaðarkarmarnar hjá borgarunum so góðar sum yvirhøvur til ber. Fatanin hevur helst verið ymisk báðumegin Høganes um hvussu tað hevði vignast forstandaraskapinum at býta sól og vind innan- og uttanfyri. Sterkar personasjur stinga seg altíð fram í kollveltingarhøpi, og er skil í kósini, so fæst herliðið at elta teir sum ganga undan, og grannalagið fær ein frammaná, undir øllum umstøðum í fyrstu syftuni.

 

Ein bylting kann tykjast púra klinisk tann dagin komið er á mál við henni, men tað hanga so nógvir lepar uppi við, sum gera hana meiri komplexa enn hildið verður. Í hesum førinum kennast fólk, innanmenn eru giftir úteftir og øvut, unglingar ganga í skúla saman (sjálvur hevði eg fleiri ungdómar úr Saltnesi og av Toftum og Nesi sum floksfelagar í realskúlanum á Glyvrum) fólk hittast í bilum, á møtum, í dansi, í ítróttarhøpi o.s.fr., hetta dregur alt saman aftur. Ein ósjónlig megi í gerandisdegnum, sum fær skútuna á rættkjøl aftur við tíðini.

 

Hvat kom so burturúr hesum slitinum?

 

Staðfestast kann, at tað kom sera nógv burturúr. Kommunustýrini vóru nærri egnum borgarum og teirra áhugamálum, og tað at tvey kommunuregimir nú stjórnaðu íløgunum, stabiliseraði, og ivaleyst hevur kappingin ímillum økini eisini verið viðvirkandi til, at alt hetta økið, samfelt, gjørdist størsta vakstrarøki í landinum uttanfyri høvuðsstaðin.

 

Ringastu sárini vóru skjótt sleikt. Teir sum hava sitið fyri valdinum fyri hálvthundrað árum síðani – báðumegin markið – hava verið somikið skilvísir, at teir brátt skiltu, at eitt kommunuslit ikki merkir tað sama sum samstarvsslit. Tað, at konstitutiónin støkk sundur, forðaði ikki monnum í at tosa saman, og longu í 1974 sæst fyrsti farvegurin av tí, sum við árunum skuldi gerast eitt fyrimyndarligt samstarv á mongum mótum. Hetta er árið, táið Skálafjarðar Sløkkilið gerst veruleiki, ein týðandi felagsskapur, sum allar kommunurnar kring fjørðin varða av.

 

Skúlasamstarvið steðgaði ongantíð, ungdómar uttaneftir komu inn á Glyvrar at ganga realskúlan og ungdómar higani fóru út á Toftir at ganga 8., 9. og 10 flokk. Eftir at Sløkkiliðið bleiv skipað, varð tikið saman á mongum økjum, serliga um grundtænastur fyri borgarar í báðum støðum, og so hissini hesi árini er samstarv skipað um Heilsudepil, Musikkskúla, barnavernd, eldrarøkt og heimatænastu, gøtu um Toftavatn og ikki minst um Kongshavn, sum er eitt fleiri enn 100 ára gamalt samstarv.

 

Í dag ber til at siga, at samstarvið kring um Skálafjørðin er so munadygt, at talan í stóran mun er um eina sera væl virkandi samstarvandi región, standandi á trimum tryggum súlum, Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu.

 

Tikið verður til, at ongin hevur frið longur, enn grannin vil. Vit tríggir, Johannus, Artur og sjálvur, eru í útgangsstøðuni í hvørjum máli sær, ikki altíð samdir um samstarvsmálini, men tað er sum eg minnist tað, ongantíð enn komið fyri, at vit ikki hava dugað at tosa okkum til rættis til eina felagsstøðu, har allir hava givið seg nakað. Vit ynskja grannafrið, bara soleiðis kann Skálafjørðurin framhaldandi vera ein magnfullur krumtappur í Føroyum.

 

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja Nes kommunu og góða samstarvsfelaganum og hálva glyvramanninum Johannusi Danielsen hjartaliga til lukku við 50 ára degnum – í vónini og væntanini um nógv gott samstarv í ókomnum døgum. – Og annars takk fyri fjálgu, hugnaligu, kveikjandi og upplýsandi løtuna í Tofta skúla seinrapartin ídag.