Í farnu viku sýndi Bústaðir fram nýggju íbúðirnar á Kneysum. Talan er um 10 leiguíbúðir og 8 lutaíbúðir.
Tørvurin at fáa íbúð er sum kunnugt sera stórur. Mong vóru tey, sum vildu síggja snotuligu íbúðirnar. Bústaðir gevur nú teimum boð, sum fáa møguleika at búgva her. Væntandi flyta tey fyrstu inn 1. apríl.
Nes kommuna hevur, undir leiðslu av Teknistovuni í Gøtu, staðið fyri at gera økið byggibúgvið fyri Bústaðir, meðan KBH hevur bygt íbúðarlonirnar