Her verður í stuttum greitt frá teimum tiltøkum, sum Nes kommuna hevur sett í verk í samband við at fyribyrgja Koruna smittuni. Eisini verður kunnað um nøkur interkommunal tiltøk.
Kunnað verður so hvørt sum broytingar verða gjørdar, ella tá tiltøkini verða sett úr gildi. Seinasta dagføring er 27. mai 2020.
Barnaansingarøkið – er opnað aftur, tó við broyttum mannagongdum : Í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum var bert neyðansing frá 16. mars. Í tíðarskeiðnum frá frá 20. apríl til 11. mai var opnað varliga aftur og foreldur skuldu siga frá um barn teirra kom á dagstovn.
Síðani 11. mai hevur tað ikki verið neyðugt at siga frá og opið hevur verið og er sum vanligt.
Frítíðarskúlin hevur í Koronatíðini, síðani opnað hevur verið varliga aftur, hildið til í Tofta skúla. Nú eru tey aftur í Frítíðarskúlanum.
Á dagstovnunum eru serligar mannagongdir galdandi, samsvarandi vegleiðingini frá Koronaráðgevingini sum seinast er dagførd 11. mai 2020.
Tofta skúli : Skúlagongdin byrjaði varliga aftur 20. apríl, í fyrstani bert fyri næmingum í 1., 2. og 3.flokki.
4. flokkur byrjaðu 4. mai og 5. flokkur 11. mai.
Næmingarnir í 6., 7., 8., 9. og 10. flokki byrjaðu í skúlanum aftur 18. mai.
Stongt er í fimleikarhøll, svimjihyli og kvøldskúlanum. Bókasavnið opnaði aftur 11. mai.
B68 húsið er opið aftur: Einki virksemið er í B68 húsinum, men virksemið er byrja varliga aftur. Fitnesshølið er eisini opið aftur.
Svangaskarð og skúlagarðurin: Almennu tilmælini eru at fólk halda hóskandi frástøðu (1 metur), tá ferðast verður úti millum onnur fólk. Eisini verður mælt til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – frá 18. mai er hámarkið 100 fólk . Nes kommuna heitir á borgarnar á at virða almennu tilmælini.
Ungdómshúsið hevur verið stongt, men opnar aftur 27. mai. Í byrjanini verður bert opið fyri 1 flokki pr. kvøld.
Kommunuskrivstovan og tekninska deild er opin aftur: Heitt verður á fólk um at virða tilmælið um frástøðu. Tí sleppa bert 1 viðskiftafólk inn í avgreiðsluna í senn. Telefonavgreiðsla (447586) er sum vanligt og teldupostar verða eisini móttiknir og svaraðir. Er ynski um at fáa fund við fyrisitingina, kann avtala gerast um tað. Borgarstjórin er at hitta á telefon 565000.
Endurnýtsluplássið: Er opið sum vanligt. Tó verða serlig fyrivarni tikin, á plássinum.
Dagtilhaldið og Undirhúsið hava verið stongd: Einki virksemi hevur verið, men 2. juni opnar Undirhúsið aftur. Dagtilhaldið, sum er á Vesturskin, opnar væntandi eftir summarfrítíðina.
Rodin økistænastan: Herd tiltøk eru sett í verk innan økistænastuna á Skálafjørðinum og kann lesast um hesi á www.rodin.fo.
IRF: Ruskposarnir verða avheintaðir, men herd tiltøk eru eisini sett í verk innan innsavningina hjá IRF. Lesast kann um hesi tiltøk á www.irf.fo.
Gevið gætur !! Almennu tilmælini og leiðreglurnar eru endurgivnar niðanfyri:
Tilmæli
Dagført 14. mai 2020
- Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1 metur), tá ferðast verður í almenna rúminum.
- Mælt verður framhaldandi til, at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri, eitt nú við dropasmittu, ella har serlig atlit eiga at verða tikin, sum t.d. við vitjanum á ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum ella hjá fólki í vandabólki. Les meira um tað her.
- Frá 18. mai kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast – við frástøðu.
- Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.
- Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima í sóttarhaldi í 14 dagar. Les meira um tað her.
- Heitt verður staðiliga á útlendsk ferðafólk um ikki at koma til Føroyar.
- Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
- Fyritøkur, sum eitt nú frisørar, tannlæknar, fysio- og ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.tíl. kunnu fara undir virksemi á skipaðan hátt hin 4. mai.
- Allir flokkar í fólkaskúlanum fara aftur í skúla.
- Somuleiðis kunnu Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin og háskúlar fara aftur í skúla sum vant.
- Almenn starvsfólk eru á arbeiðsplássunum í størst møguligan mun, men um serliga umstøður tala fyri tí, kunnu tey arbeiða heima.
- Mælt verður framhaldandi til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
- Ítróttakappingar kunnu undir skipaðum umstøðum avgreiðast við áskoðarum.
- Søvn sum Tjóðsavnið, Listasavnið og bókasøvn kunnu lata upp aftur tann 4. mai undir skipaðum viðurskiftum.
- Kirkjur og samkomur kunnu fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast í kirkjum og samkomum.
- Oyggja- og Bygdaleiðir fara aftur at sigla og koyra eftir vanligu ferðaætlanunum. Avmarkað ferðafólkatal á Bygdaleiðum.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Sí annars meira kunning á heimasíðuni corona.fo
Toftir, hin 20. mars 2020 (dagført 17. apríl , 4. mai og 27. mai 2020)
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri