Hóskvøldið, 14. november kl. 19.30, verður kunningarfundur á Vesturskin á Toftum, um Reyða Kross Vitjanartænastu, sum í næstum verður sett í gongd í Nes kommunu.
Umframt fyrireikarnar, verða m.a. hesi við á fundinum:
- Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar
- Jóngerð Guttesen, stjóri í Roðanum Økistænastuni
Í eina tíð hevur eitt ávíst fyrireikingararbeiði verið í samband við seta eina Vitjanartænastu í gongd í Nes kommunu. Ein kunningarfaldari er gjørdur, sum verður á fáa á fundinum og kemur at liggja á ymiskum almennum støðum og handlum í kommununi.
Samstarvsavtala er gjørd við Reyða kross Føroyar, og Vitjanartænastan í Nes kommunu verður skipað eftir teimum mannagongdum og reglugerðum, sum Reyði krossur hevur ásett, m.a. í Havn og Vágunum.
Tað eru Eigil Andersen, Nes og Maja Højgaard Jacobsen, Toftir, sum saman við Nes kommunu, hava fyrireikað Vitjanartænastuna í Nes kommunu.
At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinarlig/ur og virða menniskju, sum tey eru.
Fyrireikarnir vóna, at Vitjanartænastan í Nes kommunu fær góða undirtøku, at nógv fólk koma á kunningarfundin og at fólk tekna seg sum vitjanarvin. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Roðin Økistænastan bjóðar ein drekkamunn.
Vegna fyrireikarnar, Nes kommuna