Á Almennum fundi tann 02.05.2022 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2021 samtyktur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2021 vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2021 vóru minni enn roknað bleiv við í fíggjarætlanini fyri 2021.
Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2021, eftir frádrátt av rentustuðli, var 69,0 mió. kr. sum er 3,5 mió. kr. hægri enn í 2020. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 63,5 mió. kr.. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2021 5,5 mió. kr. betri enn mett.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2021 vóru 54,8 mió. kr., ið er 4,7 mió. kr. meira enn í 2020. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 56,0 mió. kr.. Sostatt blivur samlaðu útreiðslurnar í 2021 1,2 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini.
Rakstraravlopið í 2021 var 14,2 mió. kr., í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi uppá 7,5 mió. kr.. Rakstraravlopið varð sostatt 6,7 mió. kr. betri enn mett.
Samlaðu nettoíløgurnar í 2021 vóru 17,2 mió. kr.. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 19,2 mió. kr.. Íløgurnar í 2021 vóru sostatt 2,0 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2021, verða fluttar til 2022.
Samb. fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 11,7 mió. kr., staðfesta hallið gjørdist 3,0 mió. kr., ella 8,7 mió. kr. minni enn roknað varð við.
Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning var pr. 31.12.2021 61,2 mió. kr. roknað við einum skattaprosenti á 23%. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 49% av eini skattaálíkning.
Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2021 sæst her.