Frá 1. Mai 2018 verður kunningarstova fyri Nes kommunu í Oyrahandlinum. Navia og Nes kommuna hava í hesum sambandi gjørt avtalu um, at Navia skal umsita kunningarstovuna, har starvsfólkini hjá Navia fara at virka sum kunningarfólk. Í fyrsta lagi er talan um eitt royndarár.
Kunningarstovan er opin, tá handilin Navia er opin. Mánadag til fríggjadag kl. 10.00 – kl. 17.30 og leygardag frá kl. 10.00 til kl. 14.00.
Tað verður sjónligt fyri ferðafólki og øðrum, sum koma at vitja í Nes kommunu, at kunningarstova er í Oyrahandlinum. Har fara vitjandi at fáa munnliga kunning og útflýggjað kunningarfaldarar. Ein kunningarfaldari fyri Nes kommunu er í gerð, og verður liðugur tá kunningarstovan letur upp 1. Mai 2018.
Ferðafólkatalið í Føroyum er vaksandi, eisini í Nes kommunu. Fyri at menna ferðavinnuna í Nes kommunu, metir bygdarráðið, at tað er umráðandi at hava eina virkandi kunningarstovu, ið kann veita nøktandi kunning til ferðafólk og onnur.