Onnur tíðindi

Nýggjársbál

Umsókn um at brenna nýggjársbál

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á Telefon 448235 ella skalslok@olivant.fo innan 31. desember, klokkan 12.00.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur

• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd

• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar

• at veðrið er til vildar

• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað

• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum, og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon
448235, ella teldupost skalslok@olivant.fo

• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær
rokning

• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir 
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av
brenningini.

Umsókn um Nýggjarsbál

Navn á Ábyrgdarfólki:

Bústaður:

Bygd:

Fødd/ur:

Tlf:

Fartlf:

Staður har bálið verður:

kl. ____

sendast: skalslok@olivant.fo