Nakað herfyri var kunnað um, at Nes kommuna fór undir at selja grundstykkir eftir einum nýggjum leisti.
Skipanin virkar á tann hátt, at tøk grundstykki verða sett til sølu á heimasíðuni einaferð um mánaðin. Leisturin er, at tann fyrsti, sum sendir inn umsókn, fær stykkið.
Dagførdi sølulistin verður tøkur á heimasíðuni hvønn fyrsta yrkadag í mánaðinum kl. 17.00, um annað ikki er fráboðað.
Skipanin verður tøk fyrstu ferð hósdagin 2. juni kl. 17.00.
Grundstykkini, sum verða til sølu, verða kunngjørd á heimasíðuni seinnapartin mánadagin.