Tað er vælkent á Toftum, at vatntrýstið í ávísum økjum ikki er nøktandi. Bygdaráðið í Nes kommunu hevur tí í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett tkr. 1.425 til eina pumputrýstskipan, sum skal bøta um vatntrýstið, m.a. á Brekkukletti, Svangaskarði og Høganesvegi.
PB Consult hevur veitt kommununi ráðgeving og bjóða arbeiði viðv. nýggju pumputrýstskipanini út.
Eitt lítið hús verður bygt millum vatnbrunnarnar við Regnavegin, sum skal hýsa pumpuskipani. Byggivirkið KBH skal byggja húsið. Tekniska deild hevur gjørt økið byggiklárt, og húsið verður bygt í næstum. Blikksmiðjan skal seta pumpuskipanina upp. Tekniska deild ger ymiskt leiðingsarbeiði í samband við verkætlanina, og tað kann hava við sær, at skrúðað verður fyri vatninum nakrar løtur.
Í samband við at nýggja pumpuhúsið skal hava ymiskar leiðingar innlagdar, t.d. el-, telefon- og spillivatnsleiðingar, verður gott 300 m av Regnavegnum breiðkaður. Leingi hevur verið ynskiligt at breiðka hetta vegastrekki, og tí liggur væl fyri at hetta arbeiði verður gjørt samstundis sum leiðingsarbeiði skuldi gerast. Eisini verða leiðingar/innføringar lagdar, so klárt er til framtíðar bústaðarbygging fram við vegastrekkinum. Koyrivegurin verður 6 m breiður og pláss verður fyri gonguteigi. Falkon breiðkar vegin.
Ætlanin er at nýggja pumputrýstskipan kemur at virka í ár.