Mál nr. 21/2022 – Mannagongd viðv. sølu av grundstykkjum
Áður hevur bygdaráðið samtykt at avtaka sokallaða bíðilistan til grundstykkir.
Ætlanin er, at so hvørt tøk stykkir aftur eru klár at selja í eini kommunalari útstykking, vera tey sett á heimasíðina til almenna sølu.
Onnur kommuna hevur eina líknandi skipan, har tey selja grundstykkir eftir einum leisti, har tann, sum kemur fyrst, fær møguleikan at keypa fyrst. Fyri at Nes kommuna kann fáa eina líknandi skipan, er neyðugt við einum serligum talgildum korti á heimasíðuni hjá kommununi.
Eftir tilmæli frá teknisku- og fíggjarnevndini hevur bygdaráðið á fundi 28. februar samtykt at seta eina slíka skipan í verk og játta upp til kr 36.000 til endamálið í 2022.
Tá ið skipanin er klár at taka í brúk, eina ferð í vár, verður hetta gjølla kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi.