Í gjár var hugnalig móttøka í Tofta skúla, nú nýggju hølini vórðu handaði til Musikkskúlan. Nógv fólk møttu at síggja snotuligu hølini og hoyra tónleikabólkarnar framføra. Eisini nýttu fleiri høvi at bera Nes Sóknar Musikkskúla góðynski.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði:
Góðan dagin og hjartaliga vælkomin í Tónalon. Tónalon, eitt navn, sum eg haldi situr sera væl.
Góði Tóri og øll tíni góðu starvsfólk í Nes Sóknar Musikkskúla! Hjartaliga tillukku við nýggju hølunum. Nú er tað veruleiki, at umstøðurnar gjørdust betri.
Tá ið sitandi bygdaráð tók við, settu við eina yvirskrift at stýra eftir, sum ljóðaði: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring”.
Tosa vit um skúlan, sum var útbygdur í 2008, so er tað ein veruleiki, at ætlanin eisini tá var at umvæla og umbyggja 1981-bygningin, her vit eru stødd í dag. Peningurin rakk ikki til alt í einum, so undanfarnu bygdaráð eins og nústitanda bygdaráð hava, eftir førimuni, roynt at seta ávísa upphædd árliga til at fáa 1981-bygningin og svimjihøllina dagførda.
Svimjihøllin er komin langt í dagføringini, og í vár verður nýtt ventilatiónsanlegg sett upp. Útsíðan vestureftir á 1981 bygninginum er dagførd við vindeygum og klædningi, og seinni í ár er ætlanin at fara undir at dagføra alis/evnafrøðistovuna.
Í fjør var suðursíðan og endaveggurin á 1958-bygninginum klæddur og nýtt búmerki sett upp.
Av øðrum viðlíkahaldi er at nevna, at eisini er samtykt at mála tvær skúlastovur árliga eins og at skifta skúlamøblarnar út so líðandi. Í ár er játtan til møblar, vónandi til tvær skúlastovur.
Í fjør og í ár er eisini peningur avsettur til at dagføra útiøki skúlans sambært eini heildarætlan.
—-
Ynski um betri umstøður til Musikkskúlan hevur leingi verið á skrá. Tá ið eg setti meg í borgarstjórasessin 2. januar í 2021, var musikkskúlaleiðarin ein av teimum allar fyrstu, haldi tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, har hann bar sítt ynski fram um betri hølisumstøður.
Í 2022 varð so peningur avsettur til at seta hesi hølini, gamla køkin, í stand til Musikkskúlan. At umvæla í einum gomlum bygningi kann verða avbjóðandi, so kostnaðurin er áleið 1,9 mió. kr. við øllum.
Eg vil hervið hjartaliga takka Teknistovuni í Gøtu fyri projektering og eftirlit, Steingrund Akustik fyri ráðgeving, byggifyritøkuni KBH við undirveitarunum Mainhard Fróða Højgaard fyri el-arbeiði, Signar á Fríðufløtu fyri málaraarbeiði, Gólvfix við Sigurd Hentze fyri gólvarbeiði eins og Colorama fyri teirra veiting. Eisini vil eg vegna Nes kommunu takka húsavørðinum, Borgari Hansen og Hans Hilmarson Hansen fyri vvs-arbeiði. Hjartaliga takk fyri gott samstarv og eitt vælaverk.
Musikkskúlaskipanin, sum vit kenna hana í dag, er ikki komin av ongum. Eldsálir slóðaðu fyri. Á Toftum ber ikki til at tosa um tann ríka sangskattin, sum bygdin er kend fyri, uttan at nevna toftamannin, læraran og tónaskaldið Hans Jacob Højgaard. Hann var ein eldsál innan sítt økið, og hann varð kendur um alt Føroya land fyri sín framúrskarandi kórsang.
Tað ber ikki til at tosa um Musikkskúlan uttan at nevna undangongumannin, musikkskúlaleiðaran og tónlistarligu eldsálina Ólav Hátun, sála. Hann slóðaði fyri, og sum tíðin leið eydnaðist honum saman við øðrum góðum væl útbúnum tónleikalærarum at menna musikkskúlaskipanina til tað heilt ótrúliga, ja, lyfta hana – sum nú – millum heimsins bestu. Hjartaliga takk fyri tað góðu starvsfólk.
Musikkskúlin hevur gjøgnum árini útbúgvið stór talent, og hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livir í besta blóma. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá undóminum.
Tónleikur er mennandi bæði fyri likam og sál, og vit kunnu eisini fegnast um, at Nes Sóknar Musikkskúli er ómetaliga væl umtóktur millum bæði yngri og eldri – børn og foreldur í Nes og Runavíkar kommunu, sum varða av skúlanum.
Tað er okkara vón, at batarnir, sum nú eru gjørdir her í Tofta skúla, verða til gleði og gagn, bæði fyri næmingar, lærarar og okkara lokalsamfelag.
At enda vil eg nýta høvi at takka tykkum øllum, sum Nes kommuna samstarvar við í samband við Musikkskúlan. Ein serlig tøkk til Runavíkar kommunu. Hjartaliga takk fyri fruktagott samstarv.