Í sambandi við, at Team Rynkeby Føroyar byrjaði sína ferð móti París í gjár, løgdu tey leiðina fram við á Toftum og nógv fólk nýttu møguleikan av heilsa uppá og ynskja góða ferð.
Undirhúsið handar Team Rynkeby Føroyar kekk
Nes kommuna og Undirhúsið á Toftum skipaðu í felag fyri móttøku fyri Team Rynkeby Føroyar uttanfyri Undirhúsið ígjár kl. 14.00, í sambandi við, at ferð teirra móti París byrjaði.
Nógv fólk var komið saman at heilsa uppá Rynkurnar og ynskja teimum góðan túr. Av tí at væntað var við regni, var eitt telt sett upp uttanfyri Undirhúsið, har m.a. møguleiki var hjá øllum at fáa sær eitt ábit.
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, segði nøkur orð, ynskti góðan túr og handaði eina gávu á kr. 5.000, sum stuðul til tað vælgerandi endamálið, sum Team Rynkeby Føroyar arbeiðir fyri.
Eisini Haldor Gaardbo segði nøkur orð vegna Undirhúsið, og handaði ein kekk á kr. 20.000. Undirhúsið og Bátafelagið er ein av gullstuðlunum hjá Team Rynkeby Føroyar á túrinum í ár.
Sangur var eisini á skránni og Undirhúsið sang 2 sangir, har øll tey, sum vóru møtt upp, kundu syngja við til.
Seinast takkaði aldurforsetin á túrinum í ár, ein av trúgvu limunum í Undirhúsinum, 79 ára gamli Jack Højgaard, vegna Team Rynkeby Føroyar fyri góða uppmøting og sera góða stuðulin, sum hann og restin av liðnum hevur fingið í Nes kommunu. Hann nevndi m.a., at hetta var fyrsti súkklutúrurin hjá sær til París, og at tað á skipið var vanligt at kallað dreingir proysar á teirra fyrsta túri til skips. So Jack helt seg verða ein proysur á hesum túri.
Hugnaligi hálvi tímin á havnalagnum á Toftum gekk skjótt og kl. 14.30 settu Rynkurnar seg aftur á súkklurnar og hildu ferðina áfram móti París.
Her eru fleiri myndir frá móttøkuni. Trýst her.