Onnur tíðindi

Niclas Johannesen helt røðu

Tiltakið “Summarkvøld við Toftavatn” var mikukvøldið 16. juni.

Niclas Johannesen helt røðu. Niclas og Lena sungu og spældu, meðan Jóannes S. Hansen stuðlaði felagssanginum við harmonikuni.

Røðan hjá Niclasi:

 

Góðu áhoyrarar!

Tá eg vaknaði í morgun, og hugdi út gjøgnum gluggan, sá eg tað sama, sum tit.

Ein typiskan føroyskan summardag, gráur og tráur, sum ein súrhoyggjabrunnur á Glyvrum, áðrenn fyrst slerda grasið varð gaflað niður í tóma brunnin.

Tað næsta eg gjørdi – og tað gera vit helst øll nú á døgum – var at kekka mína telefon. Har vóru eini tekstboð úr Danmark frá mammu míni. Eg loyvi mær at endurgeva:

“Hey góði. Góða eydnu í dag til tykkum bæði (hjarta smíl emoji). Vildi ynskt, at eg var harheima. Vónandi verður veðrið tilvildar. Kanska tú sendir mær tína hugleiðing, ið eg vænti, tú skrivar niður (smiley). Muss og klemm til tykkum (tveir hjarta smileys).”

Hvat sigur tú?!? Góða eydnu við hvørjum?!? Hugleiðing?!? Skriva niður?!?

Jú, eftir øllum at døma er ein mamma í Danmark betri kunnað um, hvat hendir við Toftavatn eitt mikukvøld í juni, enn sonur hennara, sum býr eitt hanagleiv hagani.

Men rætt skal vera rætt: Eg hevði játtað at halda røðu her við Toftavatn. Lena og eg høvdu somuleiðis játtað at framføra. Men so var tað bara hetta við koronuni. Har kom ein avlýsing. Síðani ein avlýsing aftrat. Og so gloymdi eg líka sum alt um tað.

Nakað heilt annað er, at mín yngri bróðir, listamaðurin Øssur Johannesen, hevur ein nógv djúpri alsk til Toftavatn, enn eg kann reypa mær av at hava. Misskil meg ikki; hetta er ein náttúruperla, sum vit eiga at verja og fara væl um. Men eg kenni ongan, ið hevur snakkað so stútt og kærleiksfult um Toftavatn sum Øssur bróðir, og hann hevur heilt frá barnsbeini málað mangan málningin av hesum fantastiska náttúrustaði.

Men nú gjørdist tað so stóribeiggin, ið fekk uppgávuna. Ein trøllvaksin maður, ið má hava hjálp frá pensjóneraðu glyvramammuni í Danmark at finna út av, hvat vendir upp og niður henda gráa, regnváta summarmorgunin í Føroyum.

Hvat kanst tú læra av hesum? Jú, ert tú ikki á Facebook, so er tú ikki ordiliga koblaður á. Soleiðis er tað bara!

Hjá einum nývaknaðum musikara var fyrsta innskotið sjálvandi at blaka hándklæðið í ringin og avlýsa!Ja, kanska enn tá balla seg aftur og vóna, at hetta var ein marra, sum hvørvur, um tú fært tær ein góðan slang.

Tí tað einasta, sum er verri enn ein røða uttan røðara, er ein røðari uttan røðu. Og tað var tað, eg var; ein røðari uttan røðu!

Men so var tað, at sá eg ommu mína á Glyvrum fyri mær. Ingommu, sum vit kallaðu hana. Hon sat har, illa lamin, í køkskrókinum við sálmabók í einari hond og sigarett í hinari og lurtaði eftir morgunlestrinum (vit eru afturi í sjeytiárunum). Hon signaði okkum, gav okkum ein ordiligan ommumuss og bað jesuspápa vera við okkum, áðrenn leiðin aftur gekk niðan á vøllin at spæla bólt.

Men tann setningurin, eg minnist best frá hennara munni var: “Viljin er alt”. Hetta segði hon regluliga, og sum árini hava gingið, renna hesi orðini ofta fram fyri meg.

Tí, hvat eru vit uttan vilja? Viljanum at liva, viljanum at stríðast fyri sakini, viljanum at skapa, viljanum at vinna (kanska serliga móti B68!), viljanum at hjálpa tínum næsta? Ja, eg eri samdur við ommu. Viljin er alt. Restin er bara ein spurningur um, hvønn samanhang, vit eru fødd inn í, hvat hepni ella óhepni kemur okkara veg, og hvussu signað, vit kenna okkum.

Ein jazz klassikari frá 1936, sum Irving Berlin skrivaði, eitur “Let’s Face the Music and Dance”. Og er tað ikki júst okkara lutur her í lívinum. At dansa sum frægast til teir tónar, sum tilveran fløkir okkum inní? Tí vit vita tað øll. Lívið er eitt baks. Um tú so liggur lágt, ella situr allarhægst á rókini. Baksinum sleppur ongin okkara undan.

Og hetta fær meg at hugsa um pápa mín, sum seinastu gott og væl trý árini hevur búð nakrar fáar hundrað metrar higani, á Ellisheiminum í Runavík. Eitt ellisheim, sum hann sjálvur, sum kommunalpolitikari og borgarstjóri í áttatiárunum var við til at samtykkja at byggja. Pápi mín er nes-maður og sostatt tann veruliga orsøkin til, at eg yvirhøvur eri kvalifiseraður at siga nøkur orð her í dag. At hava eitt bein í hvørji legu, hevur sínar fyrimunir og vansar. Tað vita vit jú.

Og skal eg hugsa um ein ordiligan eysturing í orðsins rætta týdningi, so haldi eg ikki, mær nýtist at leita longri enn til pápa mín, sum er føddur árið eftir áðurnevnda kenda jazz klassikaran frá 1936.

Nú vildi lagnan tað soleiðis, at eg fann mær – ella var tað hon, sum fann meg  – eina damu, ið var uppvaksin í Kanada, í einum heilt øðrum kulturi enn tann, vit eru von við her um leiðir. Norðuramerika er jú kontinentið, sum uppfann orðið “WOW!”, og har tey “LOVE” alt frá Coca Cola til rakettvísund. “I Love your T-shirt” segði ein dama einaferð við meg, tá Lena og eg troðkaðust í einum elevatori saman við rúgvu av øðrum fólki á einum hotelli í Los Angeles. Hetta er jú eitt grúiligt kultursjokk hjá einum stuttbeintum glyvradrongi, sum er vaksin upp við, at um ongin sigur nakað; ja, so man alt vera í fínasta lagi. Og har tað ringasta, tú kanst vera, er at halda teg vera. “Heldur seg vera…..” Tá er skilið ikki gott her um leiðir, um tað spjaldrið verður hongt um hálsin á tær!

Ná, men aftur til pápa mín. Dia lærarin, sum fleiri úti á Toftum og her um leiðir enn kalla hann.

Honum dámar væl klassiskan tónleik, og fyri fýra árum síðani fóru vit á nýggjárskonsert við symfoniorkestrinum. Har sótu vit á fremsta raði, tí dóttir hansara Urd – systir mín – er gift við dirigentinum Benni… Fínt skal tað vera!

Har sat hann so og lurtaði við andakt, og tá ein russiskur sopranur kom inn og sang so fagurliga, hómaðist eitt tár í eygnakrókinum á gamla. Í steðginum, eftir drúgvar lógvabrestir, spyr Lena hann so: “Nú, hvussu dámar tær?”. Gamli svarar: ”Jú, hetta er interessant”…..

“Interessant!”

Eysturingurin hevði talað.

Winston Churchill segði einaferð: “We shape our buildings; thereafter they shape us.” Ella tú kanst siga “vit forma okkara bygningar, síðani forma teir okkum”. Eg haldi, hetta eru vísdómsorð.

Tú kanst taka hetta víðari og eisini siga, at umhvørvið formar okkum. Og vit forma okkara umhvørvið. Og tá eg hugsi um mín uppvøkstur, so svitast tað ikki, tú verður formaður av tínum nærumhvørvi og teimum menniskjum, tú livir saman við í tí dagliga.

Fá ættarlið munnu hava havt tann framíhjárætt at liva í eini so gróðraríkari tíð, við so stórum broytingum og framstigum, sum okkara. Vit, sum eru farin um hálva øld, minnast, hvussu tað var at búgva her uttan sjónvarp. Vit minnast, hvussu øll sótu sum við andakt meðan veðurberætningurin var lisin á døgurða. Vit minnast, at um tað breyt yviri á Hulki á Strondum, so fór at rulla illa við Tróndi til Havnar. Í dag tók tað mær eitt korter at koyra heimanífrá úr Hoyvík og inn higar. Seinasta stóra kollveltingin hendi altso fyri lítið longri enn hálvum ári síðani. Enn eitt gott dømi um, at umhvørvið ikki bara formar okkum, men at við framfýsni og hugsjónum kunnu vit eisini forma okkara umhvørvi og bøta um trivna og tilverugrundarlag tann vegin.

Hetta fær meg at hugsa um abba mín, ið var verkfrøðingur, men eisini virkaði sum arkitektur og hevur teknað mong hús og bygningar her um leiðir. Niels Pauli abbi doyði 25. mars í 1977, 71 ára gamal. Tá var eg 11 ár. Stutt fyri hetta hevði abbi bjóðað mær ein biltúr út til Runavíkar. Leiðin gekk til Musikkhandilin hjá Alfred. Har slapp eg at velja mær ein elektriskan guitar og ein forsterkara. Eg minnist, at eg peikaði á tann bíligasta, ið hekk har. Hetta skuldi gerast mær ein tann dýrabærasta gávan. Ikki tí at guitarin var fantastiskur. Men tí at abbi mín hevði sæð, hvagar hugurin leitaði. Og tá eg sum vaksin stóð so snópin aftur í Føroyum, sum ein “university drop out” miðskeiðis í hálvfemsunum, kom hendan hendingin aftur til mín. “Jamen abbi sá, at eg hevði hug til tónleikin. So má tað vera í lagi, at eg satsi.” Og er tað ikki júst tað, vit eiga at ynskja fyri hvørt tað einasta av okkara medmenniskjum: at vit finna okkara element? Mundi tað ikki vera tí, at Alfred lat upp musikkhandil fyrst á Nesi og so í Runavík? Hann var í sínum elementi – ella í essinum, sum vit siga, tá alt klingar, sum tað skal. Og tað, at hann lat upp ein musikkhandil hevur síðan havt stóra ávirkan á hetta økið, loyvi eg mær at siga. Mín stóra fyrimynd, Óli Poulsen, arbeiddi í Musikkhandlinum sum unglingi, og fekk har atgongd til alskyns ljóðføri, ið hjálptu honum at finna stevið. Hann gjørdist tann fyrsti føroyski prodjúsarin, sum gjørdi tónleikin til eina veruliga yrkisleið úti í verð. Hetta avmystifiseraði jú tað heila. Óli Poulsen, sum búði beint her inni! Um hann røkkur stjørnurnar, so eigi eg væl at kunna, at royna um ikki annað, at lenda á mánanum!

Og av Toftum kom Hjalti Joensen og spældi guitar so guddámmiliga. Hann tók meg undir sínar veingir og introduseraði meg til tónleik og guitarspæl, eg slettis ikki visti eksisteraði! Havi ofta hugsað um hetta, hvussu týðandi tað er við fyrimyndum í nærumhvørvinum, tá tú veksur upp. Menniskju, ið fáa teg at aspirera til nakað størri enn status quo, tað veri seg ein fótbóltsvenjari, ein skúlalærari, ein tónleikari, tíni foreldur. Ella ja; tín abbi.

Eystari armur á Skálafjørðinum hevur altíð verið sjálvbjargin við nógvum dugnaligum fólki, ið vístu vegin innan vinnu og handil, men sanniliga eisini innan mentan, vil eg halda. Og neyvan munnu tað vera nevndarsamtyktir og politisk rakstrarróp, ið broyta mest. Heldur eru tað einstøk menniskju, ið tordu at fara eftir tí, tey droymdu um. Um tað so er javnaldrin Regin á Bakka, klassakammeraturin Rodmundur Nielsen, ella Jónsvein Knudsen sáli. Ella mamma mín og Herta Jørgensen, ið opnaðu mótahandilin Shop-in einaferð tíðliga í sjeytiárunum við tí avleiðing, at ta einu tíðina var alt ‘in’ her. Shop-in, Hygg-inn, troðk-inn og hvat veit eg. Ella Jákup Mortensen, sum lovaði okkum at buldrast við musikkinum í kjallaranum saman við soninum Trygva.

Vit forma og vit verða formaði. Og hóast royking nú telist sum ein deyðssynd og morgunlesturin kanska ikki er tað, hann hevur verið, so standa orðini hjá ommu míni enn púra klár í minninum.

“Viljin er alt.”

Eisini eitt sjaskut summarkvøld við Toftavatn.

Takk fyri!