Vælumtókta innandura fótbóltskappingin, Nes kommunu cup, verður aftur í ár.
Kappingin, sum seinastu árini hevur verið millum jól og nýggjár í fimleikahøllini á Toftum, verður í ár 29. desember og byrjar kl. 16.00. Skipað er fyri kappingini síðani 2012, og er talan sostatt um sjeyndu kappingina.
Pláss er fyri 20 liðum og tað er longu fullteknað.
Kappingin er vanliga áhugverd og stuttlig bæði fyri luttakarar og áskoðarar og fyrireikarnir siga frá, at øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja, har kaffi v.m. verður at fáa.