Fríggjadagin 8. januar møttust allir teir 29 borgjarstjórarnir til fundar í Havn at velja nýtt stýri í Kommunufelagnum. Í stýrinum sita 13 umboð.
Nes-, Sørvágs-, Sjóvar- og Eiðis- kommuna eiga eftir verandi skipan eitt umboð í stýrinum. Eftir avtalu skiftast hesar kommunur um at hava umboðið tvey ár á gangin. Nú átti Nes kommuna aftur tørn, so í 2021 og 2022 er Súni í Hjøllum, borgarstjóri, stýrislimur.
Beinanvegin eftir valið fríggjadagin skipaði nývalda stýrið í Kommunufelagnum seg.
Í nývalda stýrinum sita hesi 13 umboð:
- Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, formaður
- Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, næstformaður
- Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna
- Per Martin Gregersen, Eysturkommuna
- Bjarni Prior, Vága kommuna
- Dávur Juul, Fuglafjarðar kommuna.
- Jógvan Kruse, Sunda kommuna
- Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
- Bjarni Johansen, Vágs kommuna
- Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
- Jóanis Lisberg, Fámjins kommuna
- Súni í Hjøllum, Nes kommuna
- Heri Sverrason, Sands kommuna
Nývalda stýrið hevur longu sín fyrsta regluliga fund komandi fríggjadag 15. januar.
GG: Myndina eigur Ólavur Fredriksen