Moldgoymslan á Skorhædd er felags moldgoymsla fyri Nes og Runavíkar kommunu. Kommunurnar hava í eina tíð verið í eini tilgongd at umskipa arbeiðið viðvíkjandi Moldgoymsluni á Skorhædd. Í vár varð avgjørdur ein leistur sum arbeiðið skuldi skipast eftir og arbeiðið varð boðið út til tríggjar arbeiðstakarar úr ávíkavist Runavíkar og Nes kommmunum.
Lægsta tilboðið átti Sp/f KEH við Kaj Eli Hansen, Nes. Kommunurnar báðar vóru samdar um at taka av tilboðnum. Semja varð eisini um at Nes kommuna eins og undanfarin ár, framhaldandi skal umsita moldgoymsluna. Í gjár 07.07.2022 varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Kaj Eli Hansen á kommunuskrivstovuni á Toftum.
Umskipanin av Moldgoymsluni á Skorhædd merkir at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av við tilfar og kunnu somuleiðis heinta tilfar móti gjaldi. Nærri kunning um prísir og treytir kemur á heimasíðuna eftir summarfrítíðina.