Onnur tíðindi

Námsfrøðingar til Barnagarðin

Barnagarðurin á Svangaskarði søkir eftir trimum námsfrøðingum til farloyvistørv

 Um okkum
Barnagarðurin á Svangaskarði liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, oman fyri bygdina við stadionøkið og beint við hagan.

Á stovninum eru 4 barnagarðsstovur og 4 vøggustovur

Til barnagarðin verður søkt eftir 3 námsfrøðingum

1 námsfrøðing á 35 t um vikuna. Starvið er í vøggustovu frá 15. apríl 2023 – 15. apríl 2024

1 námsfrøðing á 30 t um vikuna. Starvið er í vøggustovu frá 15. apríl 2023 – 01. april 2024

1 námsfrøðing á 35 t um vikuna. Starvið er í vøggustovu frá 15. juni 2023 – 15. juni 2024

Vit vænta av tær, at tú:

  • ert blíð/ur, fyrikomandi og hevur gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi og stuðla undir okkara trivna, menning og samstarv við børnini, foreldrini og starvsfelagarnar, so bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv:

  • har viðurkenning og góðar relatiónir eru grundarlagið fyri trivnaði, menning og samstarvi, fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfeløgum
  • har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum, hevur stóran týdning
  • har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur
  • fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar
  • har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

Vit vænta at umsøkjarin:

  •  Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og hegni at arbeiða við teimum møguleikum sum stovnurin og nærumhvørvið leggur upp til
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er námsfrøðiliga fakliga áhugað/-ur og er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Vit bjóða

  •  Góðar og rúmligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligum íblástri
  • Felagsrúm við góðum møguleikum til rørslu o.a.
  • Gott spæliøkið, beint við hagan og Toftavatn
  • Eitt nærumhvørvi við góðum møguleikum til náttúruuplivingar av ymiskum slag
  • Arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið,

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jørgin Olsen leiðara á tlf 565021

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv, og er setanin tí treytað av, at barnaváttan fæst.

 Umsóknir

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 21.03.2023
Um eingin námsfrøðingur søkir verða  hjálparfólk sett.

Nes Kommuna
650 Toftir
nes@nes.fo