LEYS STØRV

Frítíðarskúlin/Samspírin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøðingi í farloyvisstarv og eftir avloysarum

 Til Samspíran verður søkt eftir:

  • Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. apríl 2023 til 31. mars 2024.

Til Frítíðarskúlan og Samspíran verður søkt eftir:

  • Avloysarum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 Frítíðarskúlin/Samspírin
Frítíðarskúlin er tilboð fyri skúlabørn frá 1.-3. flokk eftir skúlatíð. Samspírin (fyrr skúlabólkurin) er tilboð fyri børn frá 6-7 ár. Samspírin er skipaður undir Frítíðarskúlanum.

 Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. mars 2023.

 Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo

 

 

 

Roknskaparleiðari til Nes kommunu – Farloyvisstarv

Nes kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja skjótast gjørligt og fram til 31.03.2024. Talan er um farloyvisstarv. Starvið sum roknskaparleiðari er eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsitingina og politiska myndugleikan.

Tíni ábyrgdarøki

  • Bókhaldið
  • Fíggjarætlanin
  • Lønir
  • Roknskaparuppgerðir
  • At ráðgeva bygdaráðnum í fíggjarviðurskiftum og fyrireika tilfar til politiska viðgerð

Vit vænta at tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
  • Hevur góðar telduførleikar og megnar at seta teg inní nýggjar skipanir
  • Megnar at ráðgeva fíggjarliga skynsamt
  • Megnar at halda tíðarfreistir
  • Tolir skiftandi arbeiðstrýst
  • Dugir væl at samskifta
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning
  • Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, har uppgávur javnan verða loystar í felag

Setanarviðurskifti

Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til nes@nes.fo, í seinasta lagi 17.03.2023, kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna í Hjøllum, borgarstjóra, á telefon 565000.

 Um Nes kommunu

Á kommunuskrivstovuni starvast, umframt borgarstjóran, kommunuskrivarin, ein bókhaldari og  tekniski leiðarin. Neyðugt er at roknskaparleiðarin tekur lut í dagliga arbeiðinum á kommunuskrivstovuni og vil átaka sær fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

Nes kommuna er ein framsøkin kommuna við 1510 íbúgvum. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna, ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit, við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgara og kommununa. Nes kommuna er ein kommuna fyri øll, og vit vilja skapa lív og ganga fremst.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.