Levi Hanusson á Nesi er gullvinnari í Racerunning í aldursbólkinum U14.
Í seinastu viku luttók Levi í einari Racerunning kapping‚ sum var í Keypmannahavn. Tey vaksnu kappaðust um HM, meðan Levi luttók í einari Junior cup kapping við luttakarum frá nógvum londum.
Hetta er fyrstu ferð at Levi luttekur í hesi kapping‚ og ikki kann sigast annað enn tað gekk framúr væl. Levi luttók í 2 kappingum‚ og kom heimaftur við 2 gull heiðursmerkjum.
Av tí at eingin luttakari var í U14 klassanum, sum Levi kappaðist í, luttók hann saman við vaksnum í sama klassa. Tey vaksnu kappaðust um HM.
Levi kappaðist í 60m og 100m og bleiv nr 3 í báðum kappingunum. Eitt fantastiska flott úrslit, sum hann fekk 2 gull medaljur fyri, tí hann var einasti luttakari í hansara klassa, í hansara aldursbólki.
Levi kom heim sunnukvøldið‚ og íbúgvarnir við Gaddavegin skipaðu fyri móttøku. Nógv fólk vóru og tóku ímóti Levi. Vegna Nes kommunu segði borgarstjórin nøkur orð og ynksti Levi hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.
Fleiri myndir frá móttøkuni síggjast á Facebooksíðuni hjá Nes kommunu.