Onnur tíðindi

Kunning um 2023 og ætlanir í 2024

Nú vit eru farin um ársskiftið og inn í eitt nýtt ár, er hóskandi at meta um farna árið og gera ein samandrátt av, hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

Tað er við takksemi, at vit kunnu staðfesta, at fyri Nes kommunu hevur árið sum heild verið sera gott. Tað hevur verið stórur fólkavøkstur og inntøkuvøkstur.

Í februar kundu vit hátíðarhalda, at fólkatalið var farið upp um 1500, og kommunan tók við býarheitinum. Um árskiftið 2023/2024 búðu 1535 fólk í Nes kommunu. 17 børn vórðu fødd í 2023.

Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað vit einum persónsskatti á 58,6 mió., meðan úrslitið gjørdist 65,3 mió.

Í 2023 eru fleiri farin í nýggj sethús og íbúðir. Tað hevur verið og er stórt virksemi við bygging av íbúðum og sethúsum í kommununi. Í 2024 fer virksemið at halda fram. Kommunan væntar at gera avtalur um sølu av enn meira lendi til bygging.

Við tí inntøkuvøkstri, sum hevur verið, so hevur kommunan eisini havt møguleika at gera íløgur, fremja ábøtur og hava viðlíkahald á ymsum økjum. Framburðurin í kommununi er stórur á flest øllum økjum.

Tá ið sitandi býráð tók við, varð samtykt at seta eina høvuðsyvirskift, sum ljóðaði: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring.” Nú farið er inn í seinasta árið í hesum valskeiðnum, kann sigast, at væl er komið burturúr, og at endamálið í stóran mun hevur eydnast; eisini við skilagóðari fíggjarstýring. Nettoskuldin er um árskiftið umleið 41 prosent.

Kommunan hevur raðfest skúlan, svimjihøllina, musikkskúlan, dagstovnarnar, ítróttarøkið, vegakervið, endurnýtsluvirkið, útstykkingar og atløgubryggjurnar á Neshamri og í Saltnesi.

Vatnreinisverkið er uppstigað við eini stórari íløgu í ár, og um stutta tíð verður nýggja reiniskipanin sett til.

Farið er undir at gera brimverju í Oyrunum, so økið við tíðini kann útbyggjast til eitt trivnaðar- og miðstaðarøki. -Ein spennandi tíð stendur fyri framman í hesum sambandi.

Størsti parturin av tilfarinum til brimverjuna í Oyrunum er higartil komin úr bakkanum norðan fyri saltsøluna. Við hesum er vinnuøkið har eisini munandi víðkað.

Vísandi til fíggjarætlanina fyri 2024 fara vit eisini at síggja stórar útbyggingar á fleiri økjum í ár.

At nevna:

Høganesvegurin verður longdur við 170 m. Soleiðis verða skaptir møguleikar til framhaldandi sethúsa- og íbúðarbygging.

Í vár verður hildið fram at leingja brimverjuna í Oyrunum. Í løtuni er komið út á 110 m, meðan ætlanin er at koma út á 180 m til heystar. Í ár er eisini peningur avsettur til at fyrireika, skipa og byrja verkætlanina við trivnaðarøkinum við Rætt.

Móti sumri fær Frítíðarskúlin eina stovu afturat, og útiøkið verður gjørt liðugt.

Í vár verður hildið fram at gera útiøkið í barnagarðinum betri. Somuleiðis verður ferð sett á at fyrireika eina útbygging av Barnagarðinum.

Í skúlanum verður farið undir 1. byggistig av at gera útøkið betri. Alis-/evnafrøðistovan verður gjørd liðug, og takið á 1981-bygninginum verður skift.

Í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði verður hildið fram við umvælingunum, eitt nú við at skifta vindeygu. Arbeitt verður í løtuni við fyrireikingunum av at gera eitt áskoðaraskýli, sum eftir ætlan skal gerast í 2024.

Kirkjugarðurin verður víðkaður við 1400 fermetrum. Fyri at fáa til vega tilfar verða í hesum sambandi onnur arbeiði gjørd. Lýðarsvegur verður longdur, Regnavegurin verður breiðkaður og p-øki verður eisini gjørt í Gerðinum.

Gongugøta verður gjørd úti á Nesi, frá reinsiverkinum og út á Líðarenda.

Í Fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2024 er eisini avsettur peningur til størri og smærri verkætlanir. Eitt nú er peningur avsettur til gongubreyt á Kvíggjarvegi. Eisini verða størri og smærri asfaltarbeiði raðfest.

Samanumtikið kunnu vit siga, at 2023 royndist væl, og fyri framman stendur enn eitt spennandi ár.

Áralagið í býráðnum hevur verið gott, og tað er ein fyritreyt fyri at náa góðum úrslitum. Starvsfólkunum í kommununi bera vit eina hjartans tøkk fyri gott arbeiði og gevandi samstarv. Eisini vil býráðið bera øllum teimum eldsálum, yngri sum eldri, hvør á sínum øki, sum dag og dagliga gera eitt so fyrimyndarliga gott og mennandi arbeiði í lokalu felagskapunum, eina hjartans tøkk fyri at stuðla undir trivnaðin í Nes kommunu, okkara felagsskapi.

Við hesi stuttu kunning vilja vit at enda ynskja øllum okkara borgarum eitt gott og vælsignað nýggjár!

Fyri Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri