Onnur tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtyktini í Nes kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á bygdaráðsfundi, tann 26.09.2022, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at lýsa eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki á Nesi. Økið, serstaka byggisamtyktin umfatar, er matr. nr. 146 á Nesi og harafturat eitt øki á 2,5m rundan um matr. nr. 146.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 12. oktober 2022 til 02. november 2022.

Sí eisini tilfarið niðast á hesi síðuni.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 23. november 2022.

Nes kommuna

 

Kort – Verandi støða

Kort – Broyting

Kort – Framtíðar støða

Serstøk byggisamtykt fyri øki á Nesi