Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fer nú undir eitt nýtt sangár, við nýggjum kórleiðara.
Vant verður hvørt mikukvøld kl. 19.00 í kirkjukjallaranum. Byrjað verður mikukvøldið 7. sept.
Kórleiðari er Súsanna Brattaberg, sum er ættað úr Týsklandi og gift við føroyska operasangaranum Rúna Brattaberg.
Súsanna hevur vant og stjórnað føroyskum kórum seinnu árini. Fyri nøkrum árum síðani vandi hon Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, tá hon avloysti Mikael Jóhan Heinesen í nakrar mánaðir.
Súsanna sum hevur verið virkin operasangarinna hevur eisini útbúgving innan ræddarvenjing. Súsanna hevur havt einstaklingaræddarvenjingar í Føroyum í fleiri ár, eisini á Toftum.
Nýggir sangarar eru hjartaliga vælkomnir í kórið.
Kirkjukórið.