Flaggdagin, 25. apríl kl. 17.00, verður konsert í gl. prestagarði á Nesi.
Tað verða musikkskúlanæmingar í Nes sóknar Musikkskúla sum fara at framføra. Musikkskúlaleiðarin, Tóri R. Jacobsen, boðar frá, at talan verður um eina blandaða konsert, og at ein drekkamuður eisini verður at fáa aftaná.