Onnur tíðindi

Kommunufelagið hevur skipað seg

Teir 29 borgarstjórarnir hittust fríggjadagin 10. januar 2025 til skipanarfund. Hetta var fyrsti skipanarfundur eftir, at nýggju viðtøkurnar hjá felagnum komu í gildi á nýggjárinum.

Á skránni var val av formansskapi og val av starvsnevndum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya.

 

Valið av formansskapi og øðrum álitissessum í felagnum fór fyri fyrstu ferð fram millum allar 29 borgarstjórarnar í landinum. Hetta er ein munandi broyting í mun til teir 13 borgarstjórarnar, sum til á nýggjárinum myndaðu formligu leiðsluna í felagnum.

 

Veljast skuldi til formansskapin í felagnum, starvsnevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og starvsnevndina í Barnaverndarstovu Føroya. Í felagnum er somuleiðis ein starvsbólkur av kommunuskrivarum og -stjórum, sum fyrireikar borgarsjórafundirnar, og sum skipanarfundurin skuldi velja forfólk til.

Úrslitið av valinum gjørdist hetta:

Nevndin í Kommunufelagnum:
Forfólk: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Næstforfólk: Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Limir:
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu
Umboð í starvsnevndina fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:
Forfólk: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Næstforfólk: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu
Limur: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu
Harumframt velja ávikavist SEV og IRF hvør sín lim í nevndina
Starvsnevndin fyri Barnaverndarstovu Føroya:
Forfólk: Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Næstforfólk: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu
Limur: Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu
Starvsbólkur
Forfólk: Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Tórbjørn Jacobsen, Per Martin Gregersen og Eyð Ellingsgaard mynda samstundis Samstarvsráðið í Kommunufelagnum, sum eftir nýggju viðtøkunum skal hittast javnan at umrøða mál av felags áhuga.