Mánakvøldið, 21. september, kl. 19.30, byrjar Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni venjingarnar aftur.
Eingin sangvenjing hevur verið síðani Koroan farsøttin kom til landið, men nú verður stemmað íaftur.
Kórið venur í kirkjukjallaranum í Fríðrikskikjuni. Kórleiðari er Mikael Jóhan Heinesen.
Frá kórinum verður sagt frá, at nýggir sangarar er vælkomnir í kórið.