Onnur tíðindi

KBH skal gera fundamentini á Svangaskarði

Fyrrapartin varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifyritøkuna KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaðu vegna partarnar.

Arbeiðið hjá KBH fevnir um at gera fýra fundamentir til nýggu vallarljósini á Svangaskarði. Tveir arbeiðstakarar vórðu annars bodnir at geva tilboð, og Nes kommuna valdi at taka av lægra tilboðnum, sum KBH átti.

Útgrevsturin fyri fundamentini hevur Falkon gjørt.

Herfyri varð annars arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður við HD-El um veitan av nýggjum mastrum og ljósum.

Nes kommuna hevur havt fyritøkurnar Spenn og SMJ til ráðgeving, meðan Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið.