Jólatræshaldið í morgin verður við jólatræið á Toftum og byrjar kl. 15.30. Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Nes Sóknar Musikkfelag, sum trúliga á hvørjum ári luttekur, spælir nøkur løg. Krista Magnussen heldur talu og tendrar jólatræið.
Jólamennirnir koma við sløkkiliðsbili, og børnini fáa pakka.
Tá jólatræshaldið er liðugt, bjóðar Nes kommuna øllum til kakao og bollar í Nebo. Tá øll hava fingið kakao og bollar, verður felagssangur í salinum í Nebo, har nøkur jólaløg verður sungin. Eisini luttekur barnakórið í Nebo og jólaevangeliið verður lisið.