Onnur tíðindi

Jóannes Hansen setti Bátafestivalin á Toftum í gjár

Niðanfyri er talan endurgivin, sum Jóannes Hansen helt í gjár í samband við at hann setti Bátafestivalin á Toftum.

Her grør um gangandi fót

Góðu gestir og bygdafólk.

Flaggdagin fyri fimm árum síðani var eg á flogvøllinum. Ørindini vóru at taka ímóti yngru dóttrini og hennara kæru. Eftir fimm ár í útlegd fluttu tey heim aftur á klettarnar. Tey vóru fýra, sum komu heim, og á biltúrinum eystur eftir í meginøkinum spurdi eldra gentan, sum tá var fimm ára gomul, hví tað vóru so nógv fløgg at síggja í øllum bygdunum.

Abbin svaraði, at tað var tí, at vit øll – omman og abbin, mosturin og hennara familja í Saltangará, omman og abbin í Fuglafirði og øll teirra og allir føroyingar – vóru so fegin um, at tey nú vóru flutt aftur til Føroya at búgva og at tað eisini var tí, at tað var flaggdagur.

Fyri fimm árum síðani búðu tað 1208 fólk í Nes kommunu. Nú er fólkatalið á Nesi, Toftum og Saltnesi 1329. Fólkavøksturin hevur í fimm ár verið 10 prosent ella 2 prosent um árið. Um vit sammeta við stórar fólkavøkstir á globalum plani, so er vøksturin í India 1,2 prosent. Hesin vøksturin er so stórur, at hann fer at bera við sær, at India um ikki so ógvuliga langa tíð fer at vera heimsins fólkaríkasta land. Nú er Kina heimsins fólkaríkasta land. Men har er vøksturin nú bara 0,5 prosent. Tað er orsaka av eitt barnapolitikkinum, sum hevur verið galdandi síðani 1979, at fólkavøksturin í Kina er lækkaður úr 2,8 prosentum og niður í 0,5 prosent ella bara í ein fjórðing av tí, sum fólkavøksturin nú er í Nes kommunu.

At fólkatalið vaks ótamt plagdi at vera roknað at vera ein vanlukka, tí tað bar við sær, at tað vóru fleiri munnar at metta, uttan at framleiðslan varð størri.

Her hjá okkum er fólkavøkstur roknaður at boða frá góðum. Tað er tí, at tað er liviligt, at børn og vaksin trívast, og at tað er pláss fyri øllum. Arbeiðsloysið er lítið og einki, og tí ber skjótt vaksandi fólkatalið meiri vælstand og vælferð ella vælferð og vælstand við sær.

Tíðir broytast og siðir skifta. Vit fluttu higartil til Toftir at búgva í 1987 og skjótt eftir var eg kommunuskrivari í eitt ár, meðan Alfred Olsen saman við konuni var í Keypmannahavn.

Tá varð nógv útbygt niðri við sjógvin. Stór útbygging var frá Toftagjógv og suðureftir, og her í Oyrum var bátahylurin nógv víðkaður. Tá ráddi tað um at økja um atløguplássini hjá skipum og smærri og størri útróðrarbátum. Hesi stóru tredivu árini er talið á skipum nógv lækkað, og útróðrarbátarnir eru fáir.

Kortini er eingin trupulleiki at veiða, tí kapasiteturin hjá einstaka skipinum og bátinum er nógv størri. Maskinorkan er økt, og tól og amboð eru so nógv betri.

Hóast útróðrarbátarnir eru færri, so er talið eins høgt ella hægri á førum, sum flóta her í Oyrahavnini. Tráðanin ella næstan sjúkan at flóta er stór, og vælstandurin ger, at førini, sum vanliga liggja her og ikki minst øll tey, sum eru komin higar at vitja í dag, eru bæði størri, snøggari og meiri skjóttgangandi. Í staðin fyri at bátarnir altíð vóru amboð í stríðnum fyri at fáa fong til vega í knógvanini fyri at yvirliva, so er livifóturin nú so høgur, at bátarnir hjá nógvum eru amboð at spenna frá í og njóta lívið, tá ið dagsins setningur er útintur.

Tað boðar frá góðum livikorum, og tað hava vit alla orsøk at fegnast um.

Lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.

Vit kenna øll hesa regluna og aldurin lærir okkum veruleikan at Tíðin rennur sum streymur í á.

Tað var Fríðrik Petersen, sum yrkti henda sálmin. Tað gjørdi hann á nýggjárinum í 1892 ella nøkur ár eftir, at hann var komin úr útlegdini og aftur til Føroya. Hann vaks upp her inni í Saltnesi, og hevði verið burturi síðani hann tólv ára gamal fór til Havnar at ganga í skúla. So var hann í Íslandi og leyk stundentsprógv og í Danmark og las gudfrøði, áðrenn hann kom aftur til Føroya og var prestur á Sandi við bústaði í Todnesi og í Suðuroy við bústaði í Leirum í Hvalba. So var tað, at hann bleiv prestur á Nesi og próstur í Føroyum.

Meðan hann var prestur í Suðuroy var tað, at hann yrkti Tíðin rennur sum streymur í á.

Sum vit øll onnur hugsaði hann um lívið og tað, sum farið var, og tað sum bíðaði.

Hann mintist aftur á barnaárini, tá ið pápin, Jóannes, sum var ættaður úr Útistovu í Vági í Klaksvík, var lærari her og fekst við so mangt annað eisini. Konu fann hann sær millum næmingarnar í skúlanum – Súsonnu uttan úr Forná á Nesi – og Fríðrikur og tey vóru tólv systkin.

25. mars í ár var merkisdagur, tí tá vóru tað 200 ár síðani, at V. U. Hammershaimb var føddur. Vit kenna hann sum stóra málmannin og faðir at okkara skriftmáli. Hammershaimb varð føddur á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági. Pápin doyði longu árið eftir – í 1820 – og tvey ár seinni, tá ið Venzel var trý ára gamal, fluttu mamman, hann og systurin til Havnar, har hann vaks upp.

Tá ið Fríðrik Petersen var smádrongur, var Hammershaimb prestur og próstur á Nesi. Har búðu hann og konan og børnini í prestagarðinum, sum nú er karmur um virksemið hjá Bygdasavninum í Nes kommunu. Hammershaimb hjúnini stóðu á odda, tá ið prestagarðurin varð bygdur.

Hammershaimb kom á Nes í 1862. Tá var Fríðrik Petersen níggju ára gamal. Hann var áhugaður í at læra og lesa og gekk nógv út í prestagarðin. Vit síggja henda smádreingin fyri okkum, sum hann gongur úr Skúla í Saltnesi, út um Sýnina og umvegis heimrustina og Heygarnar og Torkilsheyggj og oman í prestagarðin.

Samlaða fólkatalið her í økinum var tá niðanfyri 300.

Á Nesi hitti Fríðrikur synirnar hjá Hammershaimb. Hjalmar, sum var trý ár yngri enn Fríðrikur og Jørgen, sum var seks ár yngri enn Fríðrikur. Teir vórðu vinmenn fyri lívið, og tá ið teir fóru til Havnar at ganga í skúla, gingu Hjalmar og Fríðrikur um kvøldarnar til latín og franskt hjá Bergh yvirlærara.

Kanska hevur Fríðrikur viðhvørt róð út á Nes ella hann er sloppin í bát saman við onkrum øðrum. Tað var ómakaleysari at rógva ella sigla við seglum, enn tað var at ganga. Vindurin og árarnar syrgdu fyri tí orkuni, sum gongulimirnir annars skuldu syrgja fyri.

Hammershaimb var ógvuliga upptikin maður og ferðaðist nógv. Men tað skilst, at hann eisini dugdi at njóta løturnar, tá ið tað bar til at spenna frá. Hann var tá tíðliga í fjøritunum og harvið upp á tað besta, og ivaleyst hevur hann givið sær stundir at siga dreingjunum frá um tað, sum hann hevði upplivað.

Teir hava úr vindeyganum sæð út á Skálafjørðin og Tangafjørð, norður í Sundalagið og suður í Nólsoyarfjørð. Bæði í logn og silvitni á sumri, tá ið ljósið spælir og vetrardagar, tá ið myrkrið hevur valdið og brotini og dunið á Flesjunum síggja út sum heitar keldur og gosfjøll.

Bátar og skip vóru at síggja, men ferðslan var ikki so nógv. Prósturin varð skjútsaður suður til Havnar og aðrastaðni kring landið í embætisørindum, og viðhvørt sóust skip úr útlandinum fara inn á Havnina.

Teir, sum róðu og sigldu, vóru meinkunnugir í ráki, streymi, íðum, afturundirgerðum og øllum øðrum, sum hevði við sjógv, sigling og at rógva at gera, og myndin var sólarklár fyri øllum, tá ið Fríðrikur seinni yrkti

Lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla.

Einki er at ivast í, Hammershaimb hevur sagt synunum og Fríðriki frá um, hvussu tað gekk, tá ið hann fyrstu ferð sigldi úr Føroyum og til Danmarkar. Tað var í hvussu so er ein ferð, sum hann ongantíð gloymdi:

Hann var tólv ára gamal, tá ið hann í oktober 1831 fyrstu ferð fór úr Føroyum. Mamman fór niður saman við honum, nú hann skuldi niður til Keypmannahavnar at lesa. Tey fóru við skonnartbrigguni Auroru, og Hammershaimb fortaldi soleiðis:

Tá ið vit nærkaðust Hetlandi fingu vit storm av útsynningi suðri, sum gjørdi, at vit í fleiri dagar rókust eysturi á Tróndheimsleiðini – og vit kundu lagt aftrat við yrkingini hjá Fríðriki “áraleys at kalla”.

Tá ið vit um morgunin spurdu kapteyn Jensen, sum var havnarmaður, hvussu tað stóð til, svaraði hann “Til Spitsbergen”. Tað vil siga, at hann hugsaði møguleikan, at skonnartin fór at reka heilt upp til Svalbard.

Skansaklædningurin fór, áðrenn hann hækkaði. So bóru seglini Auroru suðureftir, og eitt kvøldið varð boðað frá, at vitin á Stætti var beint fyri stavni, sigur Hammershaimb og heldur fram í frásøgnini fyri synunum og Fríðriki og okkum øllum:

Tað vóru óttafullir tímar, sum nú komu, tí í hesum nógva vindinum gjørdist neyðugt at seta fleiri segl á fyri at sleppa um tangan: skipið fekk ferð, men skalv og legðist nógv á liðina, men tað eydnaðist; vit vóru glað at síggja vitan miðskips í læ, tey nýliga settu seglini vórðu tikin og hini repað, skipið rættaði seg aftur og helt sína kós víðari; tá lætnaði hjá okkum.

So gekk tað so gleðiliga suðureftir við góðum byri av landnyrðingi og norðri. Vit nærkaðust sunnasta endanum á norsku vesturstrondini og settu okkum at møsna og fyrigykla okkum: “Í morgin fara vit fram við Lindesnesi.”

Men so var ikki; hann makaði vindin og lækkaði aftur niður í sunnan.

Hammershaimb hevur í prestagarðinum á Nesi greitt synunum og Fríðriki frá allari hesari ferðini. Tað eru ikki stundir at gera meiri við tað her. Tey, sum eru áhugað kunnu lesa í endurminningunum hjá Hammershaimb, sum fyrrverandi starvsfelagi mín á Læraraskúlanum og arbeiðsgrevi Jonhard Mikkelsen í Vestmanna – Sprotamaðurin – gav út av nýggjum í sambandi við 200 ára føðingardagin.

Veður og vindur spældu so stórt puss, at tað var neyðugt við vetrarlegu í Noregi, og Aurora kom ikki til Keypmannahavnar fyrr enn 26. februar í 1832. Tá vóru tað fimm mánaðir síðani, at tey fóru av Havnini.

Tá ið vit fyri skjótt einari fjórðingsøld síðani búðu eitt lítið ár í Oxford, segði ein lærari mær uppundir jól, at tey fóru út til sjógvin at halda nýggjár. Tað var siðvenja hjá teimum og so nógvum øðrum. Hann spurdi so, um vit ætlaðu okkum út til strondina at uppliva havið og so fortaldi hann mær, at tað var stórsligið at síggja, hvussu tað skiftir millum blikalogn og storm og illveður og villar bylgjur.

Hann hevði ilt við at ímynda sær pallmyndina, tá ið eg fortaldi honum, at har, sum vit búgva, síggja vit sjógvin alla tíðina – í logn og sum ein sveiti, og tá ið tað av álvara sær ófantaligt út, og at vit eru áhugað í at hoyra veðurforsøgnina, tí ættin hevur so nógv at siga fyri, hvussu veðrið verður. Hann undraðist, tá ið eg segði honum, at vit dagliga síggja skip og bátar fara framvið køksvindeyganum og helt fyri, at fyri slíkt útsýni mundu vit hava betalt nógvar pengar.

Tá ið eg kom aftur úr Klaksvík í gjárkvøldið, lógu fleiri bátar í bátahylinum í Søldarfirði, og aftur í dag hevur verið møguleiki úr vindeyganum at síggja bátar fara inneftir fjørðinum og nú fyri einari løtu síðani í stórum tali at fylgjast út um grynnuna og leggja at landi her í Oyrum. Ein føgur sjón sum Hammershaimb og Fríðrikur fyri 100 – 150 árum síðani ikki høvdu møguleika fyri at ímynda sær fór at verða veruleiki.

Tað er ikki neyðugt at hugsa so nógv um streym og rák, tí maskinorkan er so stór, og bátarnir eru so væl bygdir og snøggir. Áhugin fyri at taka reyðfiskaroyndina er stórur, og tað sigur okkum, at teir og tey eru framvegis nógv, sum halda seg hava tørv á at læra og duga tað, sum skilamenn fyrr í tíðini fingu inn við móðurmjólkini. Teir sum vóru føddir við ár í hond.

Tá ið Fríðrikur gekk úr Saltnesi og út á Nes var tað fátæksligt her á leið.

Helgi Jacobsen endurgevur í fínu bygdasøguni tað, sum Jørgensen prestur í 1845 sigur um støðuna:

“Tað er bart út sagt skaðiligt, at ov nógv fátæk fólk búseta seg á sama stað. Hetta síggja vit av royndum. Umframt bøndurnar eru á Toftum nógv fátæk fólk – 22 giftar familjur – eg haldi, at vit áttu at sloppið burtur úr hesum fátækadømi.

Í ringum tiðum hevur neyðin altíð verið stór á Toftum, og tað er bara til bøndurnar, at tey fátæku hava kunnað leitað fyri at fáa hjálp”.

Jørgensen sá ikki stórvegis útvegir fyri, at støðan fór at batna. Eitt nú helt hann ikki, at útróðurin fór at bjarga toftafólki, og helst hugsaði hann her um, hvussu nógv størri fyrimunir bygdirnar longur norðuri á oynni høvdu at lívbjarga sær við fiski:

“Hava fólk ongan seyð, mugu tey vinna sær til lívsuppihald við útróðri ella á annan hátt útvega sær tað, ið tørvur er á fyri at liva. Men Toftir eru ikki nøkur útróðrarbygd, og vit skulu ikki rokna við, at hvør sum helst, ið fær eina lítla trøð, fer at vera handverkari.

Finna vit ikki aðrar vinnuvegir, fer fátækradømið at vaksa. Tað er tí bara ein vegur fyri at fáa framburð í landinum og at menna vinnuna og økja um fólkatalið: endi má fáast á einahandlinum, soleiðis at føroyingar á øllum økjum gerast frælsir. Eftir eina stutta og væl skipaða fyrireikingartíð munnu føroyingar síðani fáa fríhandil”, var niðurstøðan hjá Jørgensen.

Vit vita, hvussu tað gekk. Helgi greiðir frá um teir, sum sóu møguleikan og fyrireikaðu bæði á sjógvi og landi. Fólkatalið vaks so spakuliga, og nógv tey flestu livdu av útróðrinum, sluppfiskiskapi og seinni línubátunum. Tann fyrsti av øllum, Vesturhavið Blíða, kom jú til Toftir.

Robert Joensen taldist millum barnagóðu grannar okkara á Heygum í Klaksvík. Hann var kommunuskrivari, granskari og høvundur, sum ríkaði okkum við bókum um gerandisdagin hjá okkara forfedrum í bø og haga og á sjónum. Ein av bókunum eitur Útróður 1845 – 1945. Har skrivar hann um millum annað um ein útróðrartúr við deksbátinum Varpinum.

Vit geva honum orðið, tá ið teir eru á veg inn  í Skálafjørð eftir sild at brúka sum agn:

Tá ið vit snara inn um Eystnes, kemur ein motorbátur út við landinum.

“Her koma toftamenn”, sigur formaðurin, ið júst snarar róðurrokkinum. “Óførir útróðrarmenn, teir leggja nógv fyri, og við Skálafjørðinum hava teir altíð sildina góða”.

Og Robert heldur fram:

Komnir inn í Skálabotnin liggja ikki færri enn seks motorbátar úr Klaksvík har og vænta sær agn til keyps. Klokkan er tvey mánanáttina. Ein heil fjøld av útróðrarmonnum er komin saman í hesi lítlu bygd á Føroya besta sildafirði. Ei undur í, at útróðrarmenn lata orð falla um, hví so fáir útróðrarbátar eru á Skálafjørðinum, her sildin so at siga altíð er tøk. “Ov lítið fyriskipað uppi á landi”, er einasta svarið frá útróðrarmonnum. Og so leggur Robert aftrat, at helst er tað so.

Nú eru vit í 2019. Tølini siga, at tað ongastaðni er so stórur fólkavøkstur og vøkstur í skattainntøkunum, sum tað er kring Skálafjørðin. Her er væl skipað fyri, tað er arbeiðið til allar hendur, og ungdómar og tey, sum arbeiða, ferðast aftur og fram fleiri ferðir um dagin.

Fólk og fyritøkur hava sæð og síggja møguleikarnar. Ein av heilt stóru fyritreytunum, sum er orsøk til nógva lívið og menningina, er undirstøðukervið. Í sekstiárunum varð av álvara farið undir útbyggingar av havnum, vegum og brúm her í oynni við Mikkjali Helmsdal á odda. Tveir av teimum, sum hava verið mest og longst uppií, eru úr økinum her á leið. Tann fyrri Niels Pauli Hansen úr Heimistovu á Glyvrum og tann seinni okkara egni Niklas Foldbo.

Síðani yngra dóttirin og hennara eftir fimm ára útlegd og flaggdagin fyri fimm árum síðani fluttu heim aftur á klettarnar er nógv hent. Tvey aftrat eru komin í reiðrið, og tey eru millum mong onnur í holtur við at fáa sær tak yvir høvdið her í kommununi. Tað er hugaligt og boðar frá dynamikki, og at tað framvegis verður roknað við møguleikum.

Einasti drongurin í reiðrinum er tvey ára gamli Nóa. Hann hevur so góðan hug at fáast við vatn. Dámar væl at spæla í vaskinum og baðikarinum og verður drigin at hvørjum lítlum hyli. Framtíðin fyri at svara, um hann verður sjómaður, sum tríggir av fýra langabbum vóru, og sum annar abbin og pápin eru, ella um hann fer at virka á landi. Vit vita, at tað er natúrligt, at talið á sjómonnum lækkar. Við tólum og amboðum og framkomnum bátum og skipum fær hvør einstakur meiri burturúr. Í arbeiðsplássum á sjógvi og landi er talan bara um lyklapersónar og serfrøðingar – soleiðis er tað í seinmodernaða vitanarsamfelagnum.

Nú fara vit at enda.

Tað er ein góðan summardag í 1921, tíðliga um morgunin. Ein sjey ára gamal havnardrongur stendur har frammi á mjólkarbátinum Ruth og hyggur eftir, hvussu tað skúmar frá bógnum, meðan báturin stillisliga sker seg gjøgnum sjógvin, einki motordunk, eingin rysting. Men hetta er eisini ein stórur dampari, heldur hann, hevur altíð verið til, eins og Kirkjubøreyn ella Nólsoyggin ella Maria í Janstovu.

Hetta er fyrstu ferð, hann sjóvegis er farin heimanífrá. Hann fer ein túr aftureftir. Nøkur fólk sita á lastalúkuni. Har er eisini ein so blíð kona. Hon peikar móti einum landi við nøkrum húsum langt burturi og sigur: “Hatta eru Toftir – har skal eg fara. Men tað verður ikki enn á sinni, at vit koma so langt. Og inn ímillum einastaðni liggja Heiðarnar, har sum tú skalt fara, og tað verður uppaftur longur”. Nei sum hatta landið er stórt, hugsar drongurin, meðan kósin verður sett norður í Sundalagið.

Soleiðis skrivar Petur Háberg í Hugburtingum sínum um Mjólkarbátarnar.

Tað eru 98 ár síðani, hann fór hesa ferðina. Mjólkarbátarnir eru søga, Strandferðlan á Skálafjørðinum er søga, og næsta ár fara vit at koyra undir fjørðinum.

Nýggir møguleikar og nýggjar avbjóðingar. Flesjarnar og rák og streymur og ætt fara at spæla uppaftur minni leiklut.

Menningin hevur verið øgilig, og vit siga saman við Fríðriki

Tíðin rennur sum streymur í ár

títt munnu bylgjurnar falla;

lítlum báti rekist eg á,

áraleysur at kalla.

Í sær sjálvum ljóðar hetta eitt sindur troystarleyst, men tað verður spennandi við nýggjum íðum, bogum, afturundirgerðum, strongum og flesjum.

Tað er neyðugt at stýra við bestu árini. Henni sum saltnesmaðurin Fríðrikur Petersen gav okkum manualin til:

Ein hevur vinurin vilja og mátt

at bjarga mær frá grandi:

Jesus kann føra mín lítla bát

trygt at himnasandi.

 

Tíðin rennur sum streymur í á

fram í Harrans navni!

Lítlum báti eri eg á, –

Himnastrond fyri stavni.

 

Takk fyri at tit lýddu á og framvegis góðan bátafestival, sum eg hervið lýsi at vera settan.