Onnur tíðindi

Grundstykkir til sølu 1. februar

Grundstykkini ið verða tøk at bíleggja hósdagin 1. februar verða hesi:

Ólavsvegur 10, matr. nr. 665h. Støddin er 629m2
Høganesvegur 66, matr. nr. 267t. Støddin er 564 m2.

Stykkini verða seld fyri kr. 275 pr. fermetur.

Omaná kostnaðin verður altíð lagt tinglýsingargjald, sum er 1% av keypskostnaðinum umframt kr. 1.000 í avgreiðslugjaldi til Umhvørvisstovuna.

Grundstykkjaskipanin verður dagførd hósdagin 1. februar kl. 17.00, og tá gerast grundstykkini tøk.

Atgongd til skipanina fæst á www.nes.fo umvegis reyða breddan í høgru síðu, sum eitur GRUNDSTYKKIR ella umvegis hesa leinkjuna: https://nes.fo/grundstykkir/ .

Tá ein bílegging er framd, verður rokning fyri stykkið send umvegis teldupost. Um rokningin ikki er goldin innan tríggjar vikur, verður stykkið aftur tøkt á heimasíðuni hjá kommununi

Kort yvir stykkini:

Matr.nr. 267t við Høganesvegin Toftir

Matr.nr. 665h við Ólavsvegin Toftir