Onnur tíðindi

Grind á Toftum – Heimapartar

  • 64
    Shares

Umleið hundrað hval løgdu beinini í Hvannasundi seinnapartin. Nes kommuna fær uml. 40 hval til heimapartar, sum allir borgarar í Nes kommunu fáa part av.

Hvalirnir verða skornir upp í kvøld. Uppskorna grindin verður køld niður til í morginárini, tá hon verður býtt í heimapartar.

Ætlanin er, at heimapartarnir kunnu avheintast seinnapartin í morgin. Lýst verður í Útvarpi Føroya á middegi í morgin og á heimasíðuni hjá kommununi, nær heimapartarnir kunnu heintast.