Gøtan av Agninum og niðan á Gaddavegin
Seinastu tíðini hevur verið arbeitt við at gera eina gongugøtu av Agninum og niðan á Gaddavegin.
Høvuðsarbeiðið við gravimaskinuni hevur Falkon gjørt, meðan arbeiðsmenninir hjá kommuni hava tikið sær øðrum arbeiði í samband við gøtuna.
Í góðveðrinum í gjár var fyribils seinasta hond løgd á verkið. Nes kommuna bæði vónar og væntar, at gøtan verður til gleði og gagn fyri okkara borgarar.
Kommunan vónar eisini, um ikki alt ov langa tíð, at kunna seta ljós upp eins og fáa asfalt á gøtuna.