Á samkomu hjá Skálafjarðar kommunala sløkkiliði (SKS) seinasta leygarkvøld, sum var í nýggju sløkkiliðsstøðini á Skála, bleiv Fróði Danielsen á Toftum heiðraður fyri 25 ára trúgva tænastu.
Fróði, sum er ættaður av Strondum, byrjaði í sløkkiliðnum í 1995 og hevur verið partur av sløkkiliðnum á eystara armi síðani 2004. Fróði Danielsen er liðleiðari í SKS.
Jóhannus Danielsen, formaður í SKS, takkaði Fróða fyri trúgva tænastu og hansara stóra og týdningarmikla arbeiði, sum hann ger fyri SKS og kommunurnar við Skálafjørðin. Á samkomuni fekk Fróði heiðurmerki í silvur, sum hennara hátign drotning Margretha hevur sett á stovn fyri sløkkiliðsmenn, ið hava verið trúgvari tænastu meiri enn 25 ár.
Á samkomuni fingu 3 sløkkiliðsmenn, Ólavur Berg, Andras Hansen og Louis Houmann gávu handaða frá formanninum fyri trúgva og góða tænastu, nú teir eru farnir um 70 ára aldur, og givnir í arbeiðnum hjá SKS, sum sløkkiliðsmenn. Teir fingu hvør sín málning, sum Jørgin Olsen í Runavík hevur málað.
Ólavur Berg og Andras Hansen av Skála blivu útnevndir til sløkkiliðsmenn í 1975 og hava sostatt verið sløkkiliðsmenn í meira enn 45 ár. Teir fingu fyri 5 árum síðani handaða “Dronningens Fortjenestamedalje”
Louis Houmann úr Oyndarfirði hevur verið sløkkiliðsmaður í SKS síðani Oyndafjarðar kommuna legði saman við Runavíkar kommunu í 2005, og undan tí var hann partur av sløkkiliðnum í Oyndarfirði.
Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Fróði Danielsen, Andras Hansen, Sunleiv Højgaard, Vilhelm Magnus Olsen, Louis Houmann og Ólavur Berg.