Til Samspíran verður søkt eftir:
- Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. apríl 2023 til 31. mars 2024.
Til Frítíðarskúlan og Samspíran verður søkt eftir:
- Avloysarum
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
- Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
- Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið
Frítíðarskúlin/Samspírin
Frítíðarskúlin er tilboð fyri skúlabørn frá 1.-2. flokk eftir skúlatíð. Samspírin (fyrr skúlabólkurin) er tilboð fyri børn frá 6-7 ár. Samspírin er skipaður undir Frítíðarskúlanum.
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.
Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 14. mars 2023.
Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo