Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovu Føroya, búðu 1.378 fólk í Nes kommunu pr. 1. oktober 2020. Fyri einum ári síðani búðu 1.333 fólk í kommununi. Ein vøkstur uppá 45 fólk, ella 3,4%. Vøksturin í Føroyum hevur verið 1,6% og í Eysturoy 2,0 %.
Seinasta árið eru 23 fødd, 9 deyð og 31 flutt til Nes kommunu.