Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 03. juni 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.
Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 05. juni 2019.
Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagið mánadagin tann 03. juni 2019, við at boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 447586 helst innan kl. 12.00 fríggjadagin 31. mai 2019.
Valkort:
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og valkortini verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.
Valevnislistar:
Valevnislistar til fólkatingsvalið 5. juni 2019 síggjast við at trýsta her.